11. februar 2014

Tillukku við steypagreipini, Kyndil


Skrivað hevur: Agga Niclasen

Myndir: Jens Kr. Vang / Portal.fo

Leygardagin vaknaði landsins mest vinnandi felag.

Við einum sigri á ávikavist Neistanum og KÍF vunnu grønu damurnar og harrarnir. Tillukku við tí!

Nei, finalurnar, serliga kvinnufinalan, er einki at skriva heim um. Ógvuliga lágt niveau, bæði í ferð og uppfinnsemi. Og so hasar villurnar: skúlafeilir.

Spell, tí semifinalurnar vóru annars ein so góð reklama fyri hondbóltin, har mestsum øll liðini høvdu lut í góðum spæli og spenningi. Men, fari eg ikki heilt skeivur, so leggja tey grønu ikki so øgiliga nógv í júst hetta beint nú. Hvat eisini er væl forstáiligt.

"Genturnar hjá Geir", havi eg hug at skíra tær, spæla annars góðan hondbólt. Tær eru lutfalsliga ungar, nakrar heilt ungar, og so er eitt gott bland í hópinum við nøkrum eldru damum afturat.
Geir Wardum eigur sín heilt stóra lut í hesum stórtaki, og eg vóni, at tær minnast til hann í øllum hesum fagnaði. Væl er hann dekan illsintur, men hesar hava vit eisini nakrar av í Hoyvíkini. Og, sum eg plagi at taka til: betur við vinnaraanda og passjón enn sirkul-pedagogikki og líkasælu. Nógv betur!!!
Hartil er hann dugnaligur.

Menninir spældu ein skilagóðan dyst. Tað gjørdu teir eisini ímóti H71, serliga á útivølli. Sunnudagin, tveir dagar seinni, runnu vit við teimum, og burdu helst vunnið við so nógvum málum, at vit endaðu í finaluni. Tá spældu vit eftir okkara premissum við kvikum og kreativum spæli. Men vit tóku ikki av, tá ið møguleikin faktiskt var har.

Men at KÍF ikki gjørdi hetta í samfullan tíma á Hálsi, ja, tað kom óvart á flestøll.

Samanumtikið vildi ekstremt rutineraða Kyndla-liðið tað øðrvísi. Og hondbóltsupplivilsið, tað sunudagin ímóti H71 á Hálsi, var framúr.

Og tað var greipusigurin hjá Kyndli eisini, og ynskja vit teim grønu tillukku við bragdinum!

Virðingarfylst,
H71



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 ad@lawfirm.fo
  René Dahl Olesen   235930 renedahlolesen@gmail.com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 emys@olivant.fo
  Sonja Mørkøre   223663 sonjamorkore@gMail.com
  Ivan Fossabrúgv   239611 ifossabrugv@gMail.com
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 ann-mari@olivant.fo
  Símun Poulsen   517220 simun@vh.fo
  Eyðun Joensen   792640 eyjo@taks.fo
  Annika á Steig Egholm   581319 annikasteig@hotmail.com
         
  Ábyrgd av heimasíðu      
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 ann-mari@olivant.fo