hósdagur, 13. februar 2014

Nú er at díkja á


Skrivað hevur: Agga Niclasen

Mynd: Savnsmynd

H71 vant úr klaksvíkingum í øðrum hálvleiki.

Sjálvur var eg ikki til dystin, men í Glitnir og hugdi fótbólt saman við óambitiøsum deildarleiðarum og taxasjafførum.

Men eg bleiv væl dagførdur tvørturígjøgnum dystin, og herfra skilst, at Bogi Davidsen hevði ein sera góðan dyst.

Eitt skifti í 1. hálvleiki vóru vit afturút við 6 málum, men javnaðu til hálvleiksbríksl. Men sum í tilsvarandi dysti fyrr í ár, á heysti, gjørdu vit bart so skjótt sum Annar hálvleikur byrjaði.´

Hálvleiksstøðan var 15-15, meðan úrslitið var 33-24 til okkum. Ein trivaligur sigur, ið er frágera vælkomið, má sigast.

Nú bíðar VÍF í nøkrum, ið veruliga kann fatast sum ein toppuppgerð. Tað var tað eisini áðrenn AA-dystirnar gjárakvøldið, men í uppaftur størri mun nú.

Hetta, tí Neistin mestsum hølvaði VÍF av, og tað á útivølli, í Vestamnna, sum kemur óvart á okkum. Fyri vestmennignar, ikki so gott, men fyri landskappingina, óvanliga gott.

So nú verður spennandi, nú tá ið teir blágulu tykjast at hava rakt múrin. Men teir duga at spæla hondbólt, og hava nógv farlig vápn í beltinum, so nú er at venja væl inntil mikukvøldið 19. februar, tá ið vit taka ímóti teimum í Hoyvík.

Koyr á Maskinuna, H71!!!!!!!!



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com