hósdagur, 20. februar 2014

Vit høvdu ikki betri uppiborið


Skrivað hevur: Agga Niclasen

Myndir: Jóanis Nielsen/jn.fo

Tað er ikki raketttvísindi, hetta... Fyri at vinna, tá er neyðugt við gleði ella fanatiskum stríðsvilja. Hetta, at berjast fyri svørtu blusuni; trúliga sveitta blóð fyri henni og Hoyvíkini.
Fyri at vinna mást tú gleða teg at spæla hondbólt, ikki goyma teg aftanfyri síðumannin og senda bóltin, totalt hóttingarleyst, víðari.
Síðulens hondbóltur er ikki hoyvíkshondbóltur. Nei, lítil dugur er í littum hondbóltsskógvum, tá vit hava tørv á einum generali. Einum leiðara og herrópi.
Um ikki, tá kann alt gera tað sama.

Vit í áskoðarafjøldini eru eisini partur av hondbótlsspælinum, men vit sleppa ikki upp í part vegna, ja, óneyðugum og, ikki sørt, ráðaleysum negativiteti. Har er ov lítið at rópa hurrá fyri.

Við undantak av málmonnunum og onkrum bardagahungrandi unglingi á miðjuni, er ongin devulssettur hungur at bara vinna handa fucking dystin. Ikki í ár. Felags fyri flestallar er annars, soleiðis at síggja til, at teir eru óførir leikarir; um ikki annað, tá tekniskt.
Tann, ið kanska bløðir mest, ið stríðist mest, hevur aldri verið í nakrari FM-finalu, í mun til so nógvar aðrar. Hasir, ið nú eiga at bera liðið, at mynda tað, at vera óreingiligir stuðulsleikarir, tykjast bágna undir trýstinum ella brenna ikki nóg mikið fyri sakini: tað, at vinna... óansæð hvat!

So vit tala hugburð. Og hesin? HUFF! Ov nógv ALSO, ov lítið MASADA.
Lat meg bara hvíla har, áðrenn eg skrivi okkurt fratbýtt, ið tey erkvisnu blíva... kedd um.
Og tó, líka eitt. At heilsa uppá mótstøðuliðið, tínar komandi fíggindar, beint fyri dyst, tað er apsalutt ikki on. At flenna og smáfjasast við HINAR, álvaratos: diddumoralur.

Tað sama sum hasi almennu bólkaklemmini onkustaðni í miðringinum, tó mest kend úr fótbóltinum, ið nøkur lið gera sær dælt av til tess at vísa hinum, hvussu nógv tú og tínir "standa saman". Hetta osar av veikleika.

Heldur enn at hvør einstakur sær letst at spæla hondbólt, bitcha tit ístaðin, tá ið ábyrgdarhavi átti at verið á skránni. Miðalklassa forfengiligheit? Møguliga. Men tað er nokkso hugstoytt, at ongin togar liðið í herðarnar og fær tað at koyra. Skít hvør ikki legði pressið nóg væl ella ikki tordi at fara 100 prosent inn í handa duellin í júst farna álopi. Tað er nú, framtíðin við stórum F, ið um ræður.

Á sama hátt er tað nú Kyndils-dysturin, sum nú um ræður. VÍF eru nú favorittar at koma í FM-finaluna saman við KÍF. Ongin ivi. Kortini, hetta er ikki høpisleyt, slettis ikki. Áður hava vit lukkast at komið í hesa finalu á seinasta leikdegi, og tað ber so sanniliga eisini til í ár.
Spæla vit ímóti Kyndli sum seinastu ferð, við tí helvitis ferð og dirvi, tá vinna vit. Vit vinna 2 stig, og tað eru hasi, vit vilja og koma eftir. So eru 7 dystir eftir, sum eru heili 14 stig. Tað eru nógv stig, og tá eru 4 stig einki.

So, koyrið á nú leygardagin, vinnið handa dystin! Fýra stig upp við heili 14 stigum at spæla fyri afturat ljóðar ikki sweet, men aldeilis ikki ómøguligt.
Og er tað nakað, hetta kappingarárið hevur lært okkum, tá er tað, at øll kunnu tapa á øllum, og tað kann VÍf bestemt eisini. Serliga ímóti KÍF og Neistanum, heima-ella útivølli, tað kann gera tað sama. Tað hava vit eisini lært.

Harumframt hava vit enn ein dyst ímóti VÍF. Aftur 2 stig.

Men, sum sagt, slíkar permutasjónir er bert gabb, um sjálvt avrikið á dystardegnum ikki stendur mát við sjálvt spælið og hugburðin til spælið, at vinna óansæð kostnað!

Summa summarum: tað er, um ikki heilt, tá næstan upp til tykkum sjálvar--so takið av!

KOYR Á MASKINUNA, koyr á H71!!!



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com