leygardagur, 22. februar 2014
Myndir: Álvur Haraldsen/IN.FO (frá dysti 2. feb.)
Nú skal nógv hepni til hjá okkum at koma í finaluna.
Bæði liðini sýndu kampvilja frá fyrsta bríksli væl vitandi, at tapandi liðið helst ikki megnar at koma í finaluna. Mesta ferðin í dystinum var í veruleikanum teir fyrstu 10 minuttirnar. Kyndil hevði hug at fara nøkur mál framum um miðjan hálvleik, men við steðgin stóð 16-15 til Kyndil.
Kyndil byrjaði betur í seinna hálvleiki, eftir bert 5 minuttum vóru teir 5 mál frammanfyri, 20-15. H71 megnaði tó spakuliga at eta leiðsluna burtur,og 5 min. fyri leiklok stóð á jøvnum 24-24. Tá kom ein støða, sum kundi vent dystinum, Kyndil fekk ein mann útvístan, og vit fingu brotskast. Tíverri tók málmaðurin kastið, og harvið høvdu vit í veruleikanum tapt. Dysturin kundi farið báðar vegir, men Kyndil vann. Dysturin endaði 27-25.
Dagsins verjumaður var Høgni Olafsson, sum aftur í dag var sera avgjørdur. Bogi og Rúni skutu hvør síni 5 mál. Bogi vísti eisini hondbóltskynstur á høgum støði.
Annars kunnu vit siga at, nú Bogdan sat uttanfyri tað mesta av dystinum, so mangla vit stórliga skjúttar, sum kunnu skjóta útifrá. Hetta er ein mangulvøra hjá H71, og ilt er at skilja, hví tað er soleiðis. Hetta ger samstundis, at vit mugu spæla skjótan og tekniskan hondbólt, nakað sum vit ikki altíð megna líka gott.
Við hesum úrslitinum kunnu vit siga, at tað skal nógv hepni til, um H71 skal koma í finaluna. Tað skal samstundis ganga óvanliga illa hjá VÍF ella KÍF. Men, enn er tað teknist ikki ógjørligt, tað eru 14 stig eftir at spæla um.
27. desember
17. oktober
9. oktober
15. september
1. apríl
26. mars
15. februar
12. oktober
11. oktober
Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík
Nevnd | ||||
Anna Dam | Forkvinna | 519082 | AnnahDam@iCloud.Com | |
René Dahl Olesen | 235930 | ReneDahlOlesen@gMail.Com | ||
Emy Sólvitsdóttir | 513769 | EmyS@Olivant.Fo | ||
Ann-Mari B. Mouritsen | 214452 | Ann-Mari@Olivant.Fo | ||
Petur Skeel Dahl | 210135 | PeturSD@Olivant.Fo | ||
Eyðun Joensen | 792640 | EyJo@Taks.Fo | ||
Jóhan Lamhauge | 521975 | Lamhauge@HotMail.Com | ||
Alfred Jacobsen | 723700 | AlfredJacobsen@gMail.Com | ||
Beinta Fossadal | 288913 | BeintaFossadal@Hotmail.Com | ||
Ann-Mari B. Mouritsen | Heimasíða | 214452 | Ann-Mari@Olivant.Fo | |
Djóni Gaard Joensenn | Samskipari | 504488 | H71Umsiting@gMail.com |