leygardagur, 1. mars 2014

U20-landsliðið úttikið


Skrivað hevur: Agga Niclasen

Myndir: Jens Kr. Vang & HSF

4, faktiskt 5!, leikarar hjá H71 við í U20-hópinum hjá monnum.

Á tíðindafundi kunngjørdi Kári Nielsen, landsliðsvenjari, nøvini á teimum, ið fara at umboða Føroyar í EM-undankappingini og Challenge Trophy í Andorra--ja, tú las rætt, Andorra... hatta smáveldið í Pyreneafjøllunum, ið skilja Frakland og Spania.

Og teir ungu hoyvíksgarpar, ið fara at stríðast fyri Føroyar, eru hesir:

Tóraldur Kollsker, H71 (Málm)

Tróndur Arge, H71 (VB/Strika)

Jónas Djurhuus, H71 (PM)

Hilmar L. Jakobsen, H71 (VV/VB)

Helgi Hoydal, Viborg (Strika)

Tórald kenna vit sum okkara fræga málmann í bestudeildini: eit sindur rusutur á at líta, men eitt fyrikomandi stás. Hetta er totalt uppiborið sum mestsum besti málmaður í landinum.

Eins og Tóraldur fekk Tróndur sína AA-debut seinasta kappingarár, og er ein kríggari, tað veri seg frá vongi ella bakki. Ein felagsmaður um háls, og eitt rimmar aktiv fyri felagið, bæði á og uttan fyri vøll.

Og so Jónas. Tað hevði neyvan verið størsta rættarbrot, hevði okkara ábyrgdartakandi leikskipari fingið hatta stórfína heitið "Ársins stjørnuskot". Áðrenn DK var hann ein fínur leikari, kanska vetið fýsin, men heimafturkomin er hann blivin maður, so í øllum førum á vøllinum.

Hilmar Leon er formanssonur. Men tað er so ikki tí, at hann er endaður á hesum liði. Ókey, blaðungur, men gávuríkur sum fáur. Enn hevur hann ikki spælt á bestaliðnum, enn ov ungur!, men skjótt verður han ikki til at halda aftur.

Seinasti maður er Helgi. Fyri ikki so langt síðani var hann fast inventar í H71-regi, sum mætur ungdómsspælari, dómari, hjálparvenjari, áskoðari ella bara, ja, pynt:) Hetta tí, at hann tvey tey seinastu árini hevur verið í DK, har hann hevur fingið drúgva og nærlagda hondbóltsskúling í Viborg. Men um ikki H71ari á pappírinum, ikki enn!, tá rennur kolasvart blóð ígjøgnum hvørja æðr.

Á fundinum greiddi okkara-Kári frá, at hetta eru nakrir av landsins evnaríkastu leikarum, men at tað er viljin at venja og´verða betri, ið um ræður.

U20-landsliðið skal í EM undankappingini til Ísraels. Har eru vit í bólki við Rumenia, Ísrael og Luksemburg. Dystirnir verða spælir í døgunum frá 4. apríl til 6. apríl.

Síðani fer leiðin til Andorra síðst í mai, hesuferð Challenge Trophy.

Vit ynskja okkara H71arum tillukku, og Føroyum góða eydnu!



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com