mánadagur, 3. mars 2014

H71 vann á KÍF


H71: 25-24 (12-14)


Skrivað hevur: Jan Sørensen

Myndir: Jóanis Nielsen/JN.FO

H71 og KÍF spældu ein javnan og spennandi dyst í Hoyvíkshøllini í dag. Burtursæð frá fyrstu løtuni, so vóru teir úr Kollafirði frammanfyri fyri tað mesta. Móti endanum sansaði at hjá gestunum, tí týdningarmesti leikarin hjá KÍF bleiv mansvardur frá byrjan av seinna hálvleiki, og hetta førdi so líðandi til, at tað fór at mangla í. H71 vann við einum máli, 25-24.

H71 legði annar væl út, og tá 12. min vóru leiktir, var støðan 7-4 til H71. Leiðslan fánaði tó burtur og KÍF fór framum. Við hálvleik var munurin tvey mál til gestirnar. 12-14.

Sjálvt um menn sóu út, sum teir vildu meira í seinna hálvleiki, so gekk betur hjá KÍF. Tá ringast stóð til, var støðan 18-14 til KÍF. Hetta var um 10 min inni í seinna hálvleiki. Men eftir hetta byrjaði mansverjueffektin at gera um seg, og KÍF leiðslan minkaði støðugt. Tað stóð á jøvnum 24-24, tá 4 minuttir restaðu í. Við hepni eydnaðist H71 at fáa eitt mál afturat, og tað var nokk til at vinna dystin. Dysturin endaði 25-24 til H71.

Um dystin kunnu vit siga sum Ári í útvarpinum, at her verður ein dystur tikin í senn. Tað var ikki nakar villskapur, og at síggja til var konseptið tað sama, sum tað hevur verið. Bogdan hevði ikki nakran góðan dag, og vit noyðast tí at spæla inn ímóti, og hetta kann gerast eitt sindur einstáttað. Høgra síða bleiv at kalla ikki brúkt til beinleiðis álop, og tað sama við strikuni. Telja vit málini, so sæst, at Esbern og Jónas skutu 12 mál tilsamans, og hetta myndaði eisini væl hvussu spælið var. Álopið var yvirhøvur um miðjuna, og Esbern spældi helst tað besta, hann hevur spælt í ár. Hann fekk 8 mál.

Til tíðir var verjan heilt ok, og Ári spældi aftur ein fínan dyst.

Møguleikarnir hjá H71 eru smáir at koma í finaluna, meðan KÍF leingi hevur verið favorittur at endurvinna FM-heitið, og tí var dysturin í dag avgerandi fyri, um H71 enn hevur nakran møguleika. Hetta vístu vit í dag. Vinna vit restina, ja so hava vit gjørt okkara, og so er slett ikki ógjørligt at hugsa finalu.

KÍF hevur leingi ligið greitt á odda í kappingini, men nú er stígur komin í, og spennandi verður, um teir klára at fóta sær. Liðið er greitt viknað, og breiddin er ikki tað, hon var. Tað er so skjótt, at “gummiarmurin” kemur, og hvør veit - møguliga er hann longu komin hjá KÍF.



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com