hósdagur, 6. mars 2014
Fyri hvønn tíma nú stundar til enn eitt vikuskifti, eitt hondbóltsskifti. Og hetta verður ivaleyst eitt av teim meiri áhugaverdu.
Við einum sigri á StÍf kann H71 gera eitt ordans hál til tess at vinna landskappingina fyri dreingir 18.
Teir hava 6 stig fleiri enn VÍf, men tveir dystir fleiri. Ein innanhýsis dystur er eftir teirra millum, men H71 hevur ein munandi betri málmun og, týdningarmeiri, hevur vunnið tvær av trimum uppgerðum við einum samlaðum málmuni á pluss 10 til fyrimuns fyri Gunnarsa dreingir.
Dysturin ímóti strandingum verður leygardagin 8. mars kl. 15.20, og tað í Hoyvíkshøllini.
Í Vestmanna spæla gentur 10, har øll trý liðini klára seg bara betri og best.
Hvat FM viðvíkur, tá hevur a-liðið 26 stig fyri 13 dystir, sum er total-score. Men tað hevur VÍF eisini. Hinvegin, H71 hava spælt ein dyst færri, so umráðandi er at stríðast til apsalutt síðsta dystarbríksl í hvørjum dysti. Góða eydnu, a, b og c-damur!
Aftur til 188. Og nú eru teenage-gentur á skránni--puha! Øll okkara lið spæla um middagsleitið. Øll í Hoyvíkshøllini.
Vit leggja út við b-liðnum, sum við sterkastu manning og vælupplagdar ikki eru so langt aftanfyri tær alrabestu. Tær mennast í hvørjum, og ofta hevur tað einans verið møði, ið hevur gjørt munin. Men eisini hetta kanst tú gera nakað við. Sum sagt, er problemið sosialt, íðan, tá kann tað fiksast. So tað fara vit.
Hetta er nokkso avgerandi dystur ímóti einum VÍF-liði, ið er gott. Vit vunnu fyrsta dystin. Hann var í Hoyvíkshøllini. Tíðliga í heyst.
Vinna tær, koma tær framum VÍF, og StÍF liggur longu á tryggum niðasta plássi. So koyrið nú á!
A-liðið er ájavnt í stigum við Neistan a, sum er eitt sera vælspælandi lið undir leiðslu av Jákupi Hanussyni. Tær eru tó, Jákupsa damur, í mun til nakrar av okkara, mestsum allar árgangur '99--so berið yvir.
Tær taptu síðst, hesi lið spældu á heimavølli, H71. Hinvegin vann H71 í óvanliga dramatiskum og nervasplintrandi dysti í Gundadalshøllini. Og tá liðini hava tapt hvør sín dyst ímóti Stjørnuni, ja, so stendur á jøvnum, og gomlum nøglum. So nú verður spennandi at síggja, hvør veruliga tekur ábyrgd.
Tað verður spennandi, og vit rokna við nógvum og spentum avvarðandi.
C-liðið er í B-bólkinum, og vinna tær sínar tveir innanhýsis dystir ímóti Neistanum b, somuleiðis eitt avbera finurligt lið, so vinna tær deildina, ella árgang 13. H71 tapti sín fyrsta dyst, tíðliga í heyst, men vunnu hinvegin ein góðan dyst í Gundadalshøllini herfyri.
So nú vóru bara fýra stig upp, men bert ein innanhýsis dystur. Satans! Men, lukkutíð, vegna úrmelding her ella har, avgjørdi HSF at legja enn eitt umfar inn við tí úrsliti, at H71 c kortini sleppa at avgera sína algnu.
Altso, vinna tær sín dyst leygardagin ímóti Neistanum b, so er finaludystur á skránni mikudagin 12. mars kl. 17, eisini í Hoyvíkshøllini. Vinnarin av hesum dysti vinnur deildina. Men, sum sagt, fyrst skal dysturin sonevnda kvinnudagin vinnast, sum verður trupult nokk í sjálvum sær, men aldeilis ikki ógjørligt.
H71b, gentur 14 spæla leygardagin kl. 11.00
H71a, gentur 14 spæla leygardagin kl. 11.50
H71c, gentur 14 spæla leygardagin kl. 12.40
Og, fyri at slutta vikuskiftið við manér, spælir H71 á Hálsi ímóti, ja, Neistanum, men í bestudeildini.
Hesin dystur er so sunnudagin, dagin eftir dagin hjá konum, ið enn tykjast samleikafattandi, og hann byrjar kl. 16.
Drívið á, H71!!!
27. desember
17. oktober
9. oktober
15. september
1. apríl
26. mars
15. februar
12. oktober
11. oktober
Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík
Nevnd | ||||
Anna Dam | Forkvinna | 519082 | AnnahDam@iCloud.Com | |
René Dahl Olesen | 235930 | ReneDahlOlesen@gMail.Com | ||
Emy Sólvitsdóttir | 513769 | EmyS@Olivant.Fo | ||
Ann-Mari B. Mouritsen | 214452 | Ann-Mari@Olivant.Fo | ||
Petur Skeel Dahl | 210135 | PeturSD@Olivant.Fo | ||
Eyðun Joensen | 792640 | EyJo@Taks.Fo | ||
Jóhan Lamhauge | 521975 | Lamhauge@HotMail.Com | ||
Alfred Jacobsen | 723700 | AlfredJacobsen@gMail.Com | ||
Beinta Fossadal | 288913 | BeintaFossadal@Hotmail.Com | ||
Ann-Mari B. Mouritsen | Heimasíða | 214452 | Ann-Mari@Olivant.Fo | |
Djóni Gaard Joensenn | Samskipari | 504488 | H71Umsiting@gMail.com |