mánadagur, 10. mars 2014

Lættur sigur á Neistanum


H71: 31-18 (15-7)


Skrivað hevur: Jan Sørensen

Myndir: Savnsmyndir

Eftir dystin kunnu vit siga, at hetta var ein lættvunnin dystur. Longu tíðliga í dystinum sás,t hvønn veg tað bar, tí málmunurin bleiv so stórur. H71 spældi væl, meðan tað lá minni væl fyri hjá Neistanum, tað var ikki teirra dagur. Endaliga úrslitið gjørdist at H71 vann við 13 málum, 31-18.

Tað gekk onki hjá Neistanum, meðan H71 liðið koyrdi sum ein vælsmurd maskina við tættari verju og ágangandi álopi. Fyrstu 20 minuttirnar skoraðu teir bláu bert fýra ferðir (3 brotskast). Hjá H71 var tað serliga í verjupartinum, at tað gekk væl, uttara verjan arbeiddi væl, og í málinum stóð Tóraldur og tók tað mesta, sum kom innum. Hann spældi ein sera góðan dyst. Høgni Olafson er vorðin ein sannur verjuskansi og tekur seg fram fyri hvønn dyst.

Seinni hálvleikur var nakað tamari, tað bleiv meira til álop og minni til verju. Hetta er væl skiljandi, tá munurin var so greiður. Dysturin bleiv meira javnur, men móti endanum løgdust nøkur mál afturat, og gjørdist tað til ein góðan sigur við 13 málum í yvirskoti.

Enn eru 5 dystir eftir og 10 stig. Spæla vit soleiðis, sum vit gjørdu í dag, so kann roknast eitt sindur uppá, hvussu mest sannlíka endastøðan verður:
H71-StÍF: 2-0; TK-KÍF: 0-2; Neistin-TK: 2-0; VÍF-StÍF: 0-2 (1-1); Kyndil-KÍF: 2-0; StÍF-Kyndil: 2-0 (1-1); H71-TK: 2-0; Neistin-VÍF-0-2; KÍF-StÍF: 0-2 (1-1); Neistin-Kyndil: 0-2; VÍF-H71: 0-2; H71-Kyndil: 2-0; TK-VÍF: 0-2; KÍF-Neistin: 2-0; StÍF-Neistin: 2-0; Kyndil-TK: 2-0; KÍF-H71: 0-2

Mest sannlíka endastøðan

Nummar
Lið
Dystir
V.m.
T.m.
Munur
Stig
1
VÍF
24
 
 
 
31
2
StÍF
24
 
 
 
30
3
H71
24
 
 
 
30
4
KÍF
24
 
 
 
29
5
Kyndil
24
 
 
 
26
6
Neistin
24
 
 
 
16
7
Team Klaksvík
24
 
 
 
6



Heldur hendan forsøgnin, enda H71 og StÍF á 30 stigum hvør, og koma at liggja á einum deildum øðrumplássi. Skipanin er soleiðis, at tað eru sínámillum dystir, sum telja fyrst og síðan málmunurin. Tá er støðan tann, at dystirnir endaðu soleiðis: StÍF-H71: 29-30; H71-StÍF: 31-29 og StÍF-H71: 24-22. Sambært forsøgnini omanfyri hava vit tá vunnið fjórða dystin og vinna tí annaplássið við at hava vunnið 3-1 á StÍF. Hervið koma VÍF og H71 í finaluna.

Drívið nú bara á, so fáa vit at síggja, hvussu langt tað røkkur.



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com