hósdagur, 13. mars 2014
Mynd: Savnsmynd
Álopið í fyrra hálvleiki var bara ein katastrofa.
Áðrenn dystin mettu vit, at H71 fór at vinna, serliga av tí at tað gekk so væl móti Neistanum, men eisini tí at H71 oftast hevur víst góð úrslit á heimavølli móti strandingum. Tað bleiv tó ber til eitt stig, og soleiðis sum leikgongdin bleiv, so kunnu vit kalla tað góðkent eftir tann flotta endaspurtin, sum helst hevði verið løntur við báðum stigum, um vit settu inn bert 5 minuttir fyrr. Endaliga úrslitið gjørdist javnleikur, 21-21.
Eftir bert stuttari løtu í fyrra hálvleiki steðgaði H71-álopið fullkomiliga upp. Har gekk so at siga onki sum ætlað. Strandaverjan riggaði fullkomuliga soleiðis, sum hon skuldi. Har var ein øgiligur vilji, og menn stríddust alt, teir vóru mentir, og væl riggaði. Tað var sum ein flytiligur verjugarður, og úrslitið var nakað, sum líktist álopsmaktarloysi hjá H71.
Tó so, H71 hjálpti væl til at gera tað lætt hjá gestunum. Spælið varð skipað soleiðis, at allir mans trunkaðu seg saman á miðjuni, soleiðis at snøgt sagt ógjørligt var at koma ígjøgnum, samstundis sum ansað varð væl eftir Bogdan, soleiðis at vit ikki fingu nøkur langskot ígjøgnum. Tað er í lagi at fáa verjuna samlaða á miðjuni, men so má spælast út á vengurnar, og hetta bleiv gjørt í alt ov lítlan mun.
Spælið hjá báðum pørtum var verjuspæl, og fá mál komu ígjøgnum. Okkara verja var ikki vánalig, men álopið í fyrra hálvleiki var bara ein katastrofa.
Seks mál aftanfyri við hálvleik. Hetta kann sýnast sum hálvleikur og hálvtapt. Mangan hevur hetta verið støðan hjá H71, hetta at verða frammanfyri við nógvum málum fyri síðan at søpla alt burtur móti endanum, so spurningurin er, um ikki hetta at vera eitt sindur aftanfyri, ikki er betri fyri H71. Nakað soleiðis kendist tað í dag, tí væl riggaði at koma aftur. Tað manglaði ógvuliga lítið í, at vit at enda vunnu dystin. Mansverjan av Sveini Justinussen kom helst einar 5 minuttir ov seint, tí tað sást beinanvegin, at spælið hjá StÍF at kalla datt sundur, tá hann bleiv mansvardur.
Tað bleiv ein spennandi endi á dystinum, fýra mál vóru á muni, tá 5 min. restaðu í. Endastøðan bleiv javnleikur 21-21.
Aftur í dag stóð málmaðurin væl. Ári Dam, sum hesiferð vardi málið, hevði eina ørgrynnu av góðum bjargingum. Sigast skal, at Levi Nybo í hinum málinum, eisini kláraði seg avbera væl. Sjálvt úr spískum var hann ein brandur. Birgir Poulsen leikti væl í dag, og hann átti stóran lut í góðu gongdini í seinna hálvleiki.
Nú eru so 4 dystir eftir og 8 stig. Mest sannlíka úrslitið, sum vit spáddu um eftir Neistadystin helt ikki reiðiliga. Vit fingu bert eitt stig í staðin fyri tey tvey, ið vit spáddu. Men so mikið meira sannlíkt er, at allir hinir dystirnir fara at enda sum spátt. Men úrslitið í dag krevur, at StÍF setir minst eitt stig til í onkrum av hinum dystunum. Hetta kundi til dømis fari at verðið dysturin VÍF og StÍF. Um hesin dysturin endar javnur ella við sigri til VÍF, so er forsøgnin niðanfyri enn galdandi. Men tá verða tað trý lið við 29 stigum H71, KÍF og StÍF. Vinna vit dystin móti KÍF so er H71 í finaluni, tí H71 hevur longu vunnið tveir innanhýsis dystir (28-25, 23-27, 25-24):
H71-StÍF: 2-0; TK-KÍF: 0-2; Neistin-TK: 2-0; VÍF-StÍF: 2-0 (broytt frá 0-2); Kyndil-KÍF: 2-0; StÍF-Kyndil: 2-0 (1-1); H71-TK: 2-0; Neistin-VÍF-0-2; KÍF-StÍF: 0-2 (1-1); Neistin-Kyndil: 0-2; VÍF-H71: 0-2; H71-Kyndil: 2-0; TK-VÍF: 0-2; KÍF-Neistin: 2-0; StÍF-Neistin: 2-0; Kyndil-TK: 2-0; KÍF-H71: 0-2.
Nummar
|
Lið
|
Dystir
|
V.m.
|
T.m.
|
Munur
|
Stig
|
1
|
VÍF
|
24
|
|
|
33
|
|
2
|
H71
|
24
|
|
|
29
|
|
3
|
StÍF
|
24
|
|
|
|
29
|
4
|
KÍF
|
24
|
|
|
|
29
|
5
|
Kyndil
|
24
|
|
|
|
26
|
6
|
Neistin
|
24
|
|
|
|
16
|
7
|
Team Klaksvík
|
24
|
|
|
|
6
|
Drívið nú bara á, so fáa vit at síggja hvussu langt tað røkkur.
1. apríl
26. mars
15. februar
12. oktober
11. oktober
9. oktober
1. oktober
4. september
29. august
Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík
Nevnd | ||||
Anna Dam | Forkvinna | 519082 | AnnahDam@iCloud.Com | |
René Dahl Olesen | 235930 | ReneDahlOlesen@gMail.Com | ||
Emy Sólvitsdóttir | 513769 | EmyS@Olivant.Fo | ||
Ann-Mari B. Mouritsen | 214452 | Ann-Mari@Olivant.Fo | ||
Símun Poulsen | 517220 | Simun@vh.Fo | ||
Eyðun Joensen | 792640 | EyJo@Taks.Fo | ||
Jóhan Lamhauge | 521975 | Lamhauge@HotMail.Com | ||
Alfred Jacobsen | 723700 | AlfredJacobsen@gMail.Com | ||
Beinta Fossadal | 288913 | BeintaFossadal@Hotmail.Com | ||
Ann-Mari B. Mouritsen | Heimasíða | 214452 | Ann-Mari@Olivant.Fo | |
Djóni Gaard Joensenn | Samskipari | 504488 | H71Umsiting@gMail.com |