mikudagur, 19. mars 2014

Gullkvøld í Vestmanna


Skrivað hevur: Agga Niclasen

Mikukvøldið 19. mars eru avgerandi landskappingardystir í ungdómsdeildini.

Fyrri dysturin er um silvurmedaljurnar í G12, og eru tað H71 og VÍF, ið fara at stríðast um hesar.

Hesin dystur er klokkan 18.30, tað verður ivaleyst talan um ein nervøsan dyst, hóast liðini eru serstakliga vælspælandi. VÍF-liðið er nokkso eyðkenniligt við tess mongu leikarum, ið kasta við vinstru hond--Gud viti, hvat tey gera har norðuri fyri at fáa hesa ørgrynnu av vinstrahentu leikarum. Enntá strikuleikarin er vinstrahentur, haldi eg meg ørminnast!

H71-liðið er bæði stríðsviljað og elegant. Onkuntíð, tó, hava tær líkasum ikki havt marginlaarnar við sær, men í seinastuni hava tær lært at verið meiri beinleiðis í teirri álopsspæli. Vónandi gevur hetta úrslit.

Aftaná G12 flyta vit upp í rekkjurnar. Tá eru tað H71 og VÍF, ið klokkan 19.30 hittast í sannari FM-orrustu. Vinnarin av nevndu liðum gerst føroyameistari. So sára simpult. Vit hava eitt óvanliga gott lið kryddað við mongum kvalitetum.
Flestallir spæla á menningarliðinum, sum kvalifiseraði seg í bólkaumfarið í Coca Cola-steypakappingini sum einasta ikki AA-lið. Har avrikaðu teir væl við hjálp frá einum veterani ella so. Eisini er sama menningarlið vinnari av síni deild, 1. deild.

Eisini á liðinum er spælskiparin á AA-liðnum, Jónas G. Djurhuus, sum saman við onkrum vestmenningi vælsaktans hevur verið besti debutantur í hesum kappingarári í bestudeild hjá mannfólki í føroyskum hondbólti.

Tó er nevnisvert, at vestmenningar hava heili 6 U20-leikarar við á D18-liðnum, og sum eisini leika við AA-liðnum. Tað verður trupult, men so avgjørt ikki ógjørligt, og tí er hvaðna meiri umráðandi, at okkara dreingir fáa neyðugan stuðul.

Vit trúgva uppá tykkum; koyrið á, H71!!!



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com