21. mars 2014

Enn nøkur meistaraskot eftir í byrsuni


Skrivað hevur: Agga Niclasen

Mynd: Jan Egil Kristiansen

Møguleikin er har--og 6 út av 9 ungdómsmeitaraheitum ber boð um eitt felag í menning ótengt av fremmandamegi!

Dreingir 12 og gentur 14 hava annaðhvørt tryggjað sær FM-heitið ella so gott sum gjørt tað. Nú mangla bara d10, d16 og d18.

Og nakrir avgerandi dystir verða nú hetta vikuskiftið. Dreingir 18 taptu mikukvøldið, men enn hava teir eitt skot eftir í byrsuni. Sum er hava bæði liðini vunnið 2 dystir hvør, so hesin fimti dysturin týskvøldið 25. mars verður avgerandi. Dysturin verður bríkslaður í gongd kl. 20.30. Nydeliga barnavinarligt, og so enntá í Vestmanna. Javnleikur, forrestin, er nokk, tí vit eru betri innanhýsis.

Dreingir 16 spæla sera avgerandi dyst um FM-tittulin nú sunnudagin. Hetta er ímóti blandliðnum úr Norðurstreymoy, KÍF/VÍF. Vinna vit, tá vinna vit the lot. Dysturin er kl. 13. Í Hvoyvíkshøllini.

Í dreingir 14 spælir felagið internan dyst sunnudagin, men annars nokkso nógvar dystir næstu vikuna ella so. A-liðið hevur so gott sum tryggað sær silvur, meðan eitt ár yngra b-liðið er væl við við nógvum góðum avrikum. So nú er um at díkja á og tryggja okkum tvey so heiðurlig pláss sum til ber.

Dreingir 12 spæla ikki hetta vikuskiftið. Her hava vit annars trý lið. A-liðið vunnu allar sínar dystir við seinnameiri meistaraheiti. Hini liðini hava klárað sg væl, og á øllum liðum lúra nógvir stríðsviljaðir hondbóltsgarpar, sum tvørturígjøgnum kappingarárið hava víst, at dugur er í teimum. Altso, har íður av "talentum".

Dreingir 10. Vinna teir sínar dystir leygardagin í Vestmanna, so eru teir meistarir. Bert tríggir dystir eru eftir, og teir eru á odda við fýra stigum. Avgreiðsluspurningur? Nei, avgjørt ikki. Hetta, tí tað eina liðið eitur Team Klaksvík, og eru teir jú steypavinnarir. Men og men. Vit vóna og rokna við einum FM-heiti har eisini.

B-liðið er nummar fimm í deildini, og við einum imponerandi finaluplássi í Barnafinalunum í februar er væl talan um eitt betri enn góðkent ár.

Í b-bólkinum er H71 c nummar eitt, meðan d-liðið nummar 4. Óført! Hetta er umráðandi, tí tað eru hesir, ið fara at manna a og b næsta ár.

Gentur 17 hava klárað seg, tori eg at siga, væl frægari enn væntað. Nógv góð úrslit og alt betri hondbóltur. Tær eru mitt í deildini, og allar sum ein yvirliva eitt ár afturat í deildini samtíðis sum tær fáa hjálp niðrifrá, frá gentur 14, næsta ár. Her er nógv gott í væntu.

Tær spæla annars umráðandi dyst um 5. plássið nú leygardagin kl. 16. Mótstøðuliðið er VÍF. Og tað er í Hoyvík. Kl. 16.
(Síðsta nýggja: dysturin hjá G17 er útsettur til mánakvøldið klokkan 19)

Saman við H71 mugu vit konstatera, at VÍF myndar føroyskan ungdómshondbólt fyri tíðina. So mikið er greitt sum vit surfa ígjøgnum tí altíð so sexutu Úrslitatænastuna:)

Gentur 14 eru næstan so gott sum meistarir. A-liðið vann avgerandi dyst á Neistanum a í stúvstappaðari Hoyvíkshøll. Sweet. B-liðið er í A-bólkinum, og hóast úrslitini ikki hava verið so øgiliga góð, tá hava avrikini verið á góðari leið, og betri enn tað, í fleiri dystum, eisini toppliðum.

C-liðið byrjaði trilvandi, men so hvørt høvdu tær kjans at vinna bólkin. Men, tíverri, Neistin kláraði at vinna avgerandi dyst í hesum bólki. Men vit royna silvur hesuferð. Og Neistaliðið er eisini gott, og tí er tað væl uppiborið, at tær vinna deildina.

Gentur 12 mugu taka til takka við einum 3. plássi. Hini liðini eru góð. Kyndil og VÍF, men okkara manglar ikki nógv fyrrenn tað er kappingarført. Als ikki. Vit takka fyri bronsuna.

Gentur 10 eru á FM-kós. Tær spæla ikki fyrrenn næsta vikuskifti aftur, og tað á Eiði. Har sær øgiliga gott út, men enn er ein dystur, tann ímóti VÍFa, ið kann veita høvuðbrýggj. Men tað eru jú júst hesir dystir, vit spæla hondbólt fyri. Har tað spennir í broddinum. Og hasi, ið gleða seg mest, spæla sum regul best.

Altso, seks út av níggju meistaraheitum í ungdómspartinum, um tað gongur H71 bara so nøkulunda til vildar. minni ger tað eisini. So akkurát.

Men, og ikki at gloyma, afturat gullinum hava vit eina ørgrynnu av øðrum metallum, sum hvør einsæris er óvanliga flott. Nógv góð lið- og einstaklingaavrik, og ofta eru tað bert marginalar, ið bestemma metallslagið.

Óansæð, eitt gott ár, eitt sera gott ár, aftur í ár. Og øll eiga ein lut í hesum avrikum, bæði tey, ið smitta metall av sær og tey, ið enn ikki gera tað.

Og alt handlar ikki um gull, silvur og bronsu og vinnarafagnað, tí H71 umboðar Hoyvíkina. H71 hevur ein sosialan profil við samfelagsligum skyldum, og alt er ólønt arbeiði... í besta liberala anda:)



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 ad@lawfirm.fo
  René Dahl Olesen   235930 renedahlolesen@gmail.com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 emys@olivant.fo
  Sonja Mørkøre   223663 sonjamorkore@gMail.com
  Ivan Fossabrúgv   239611 ifossabrugv@gMail.com
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 ann-mari@olivant.fo
  Símun Poulsen   517220 simun@vh.fo
  Eyðun Joensen   792640 eyjo@taks.fo
  Annika á Steig Egholm   581319 annikasteig@hotmail.com
         
  Ábyrgd av heimasíðu      
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 ann-mari@olivant.fo