24. mars 2014

Tvey stig úr jøvnum dysti


H71-StÍF: 33-27 (16-10)


Skrivað hevur: Jan Sørensen

Myndir: Jan Sørensen

Vit vunnu, men tað var ikki nakað at geva av.

Endaúrslitið 33-27 sigur ikki rættvíst um hvussu dysturin gekk. Tað var ein løta móti endanum, sum gjørdi at dysturin bleiv meiri spennandi, enn okkum dámar.

Tað fyrstu góðu løtuna gekk javnt á. Vit spældu ikki væl, serliga í álopinum kundi gingið betur. Tað var ikki fyrr enn Dusku Petrusic, nýggi spælskiparin hjá klaksvíkingum, bleiv mansvardur, at tað fór at ganga betur. Tá datt spælið hjá Team Klaksvík fullkomiliga sundur, og vit fingu okkum eina greiða 6-máls leiðslu. Tað var her, dysturin bleiv avgjørdur.

Seinni hálvleikur var merktur av nógvum útskiftingum, og allur bonkurin bleiv brúktur. Hetta merkti spælið eitt sindur, og ringt var at hava nakað veruliga skipað spæl. Seinni hálvleikur endaði javnur við 17 málum í part. Tað var ein løta miðskeiðis í seinna hálvleiki, har gestirnir veruliga spentu seg út, teir skoraðu 9 ferðir, meðan vit bert fingu 3 mál. Hetta gjørdi eina spenta støðu, tí tá 6 min. restaðu í, tá var støðan 27-25, og sigurin var í vanda. Lukkutíð strammaðu vit í, og vunnu at enda trygt við 6 málum.

Hjá H71 vóru trupulleikar at fáa spælið at koyra, og nógv ymiskt varð roynt. Rúni gjørdist topskorari við 6 málum, og spældi ein góðan dyst. Tóraldur stóð í málinum fyri tað mesta, og hann hevði eisini ein góðan dag. Hjá gestunum lá væl fyri hjá Petrusic, sum vísti gløgt spæl, og Sámal á Tjaldrafløtti sendi heilar 9 bóltar í netið, tað liggur væl fyri hjá honum at skjóta.

Nú er nakað síðan vit spáddu, hvussu seinastu 4 umførini fóru at ganga. Ringt er at spáa, og ikki alt gekk sum væntað. Niðanfyri sæst støðan, soleiðis sum hon er í dag. H71 kann teoretiskt fáa 29 stig. KÍF og VÍF hava longu 29 stig. VÍF er longu í finaluni, og KÍF nýtist bert eitt stig afturat (kemur av regluni um innanhýsis dystir), um vit vinna allar okkara dystir. Møguleikin er enn til staðar, so drívið bara á !!!!
 

Støðan
Nummar
Lið
Dystir
V.m.
T.m.
Munur
Stig
1
KÍF
21
615
537
78
29
2
VÍF
22
671
599
72
29
3
StÍF
22
596
591
5
25
4
H71
21
562
530
32
23
5
Kyndil
21
563
547
16
22
6
Neistin
21
557
597
-40
16
7
Team Klaksvík
22
562
725
-163
6


<!--@News:title-->


Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 ad@lawfirm.fo
  René Dahl Olesen   235930 renedahlolesen@gmail.com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 emys@olivant.fo
  Sonja Mørkøre   223663 sonjamorkore@gMail.com
  Ivan Fossabrúgv   239611 ifossabrugv@gMail.com
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 ann-mari@olivant.fo
  Símun Poulsen   517220 simun@vh.fo
  Eyðun Joensen   792640 eyjo@taks.fo
  Annika á Steig Egholm   581319 annikasteig@hotmail.com
         
  Ábyrgd av heimasíðu      
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 ann-mari@olivant.fo