24. mars 2014

2 x Vestmanna


Skrivað hevur: Agga Niclasen

Bæði mikudagin og hósdagin eru áhugaverdir og umráðandi dystir í Vestmanna.

Mikudagin spælir AA-liðið. Finalan er væl farin, men triðjaplássið er til taks. At vit ikki enda í finalu fyri triðja árið á rað, tjæ, eitt sindur skuffandi, tað gevur seg sjálvt, men tol framum kvikk-fiks hevur longi verið okkara vørumerki í forstaðnum, eitt eyðkenni fyri hvussu best at laða felag.

Seinastu 5 árini hava vit oftari enn ikki verið partur av FM-finalunum, harav vunnið tvær av trimum møguligum. Hetta er avbera flott, serliga tá ið hugsað verður um, hvussu nógv vit hava verið noydd at sett við fyri hvørja lokna finalu. Tað ræður um at standa saman, og tað gera vit eisini næsta ár.

Sum sagt, vit hava ikki dubbað á spælarasíðuni, heldur ikki í ár, og lutvíst av hesum er ein bronsa sera kærkomin. Men truplir dystir liggja fyri framman, útidystir ímóti VÍF og KÍF, ein finalistur, ein so gott sum, og harímillum ein heimadystur ímóti steypavinnarunum.
Finalupláss ella bronsa, ella ikki, tá hevði tað verið óvanliga hugagott at enda árið við góðum spæli, har allir taka eitt veruligt tørn fyri svørtu blusuna.

Dysturin er altso mikukvøldið kl. 20.


Og so hóskvøldið. Dysturin skuldi ætlandi vera týskvøldið til ta áskoðaravinarligu tíð, ið er 20.30, men er nú fluttur til tann 27. mars kl. 20. Betri. Vit tosa um Dreingir 18.

Og tað er so sára simpult. Vinnarin gerst føroyameistari.

Á onkrum øki eru vestmenningar favorittar. Heimavøll og alt tað, ið hesin inniber:)
Hinvegin, ikki so nógv favorittar, tí endar tað við javnleiki, íðan, tá er FM-heitið okkara. Fyri tað skulu vit ikki spæla sogligt og dragnandi hondbóltsspæl.

Tað nyttar einki. Eitt, tí hetta ofta hevur tað fyri at geva bakslátt. Tvey, tí hetta er ikki hoyvíkshondbóltur. Hetta sampakkar ikki við okkara samleika. Vit klára meiri enn so at úthondbólta eitthvørt lið, eisini eitt so gott lið sum tað hjá vestmenningum. Men hetta krevur dissiplin, áræði og spæligleði tvørturígjøgnum dystin--og so eina turkatrúgv uppá, at alt ber til.

Okkara áheitan er tí at fylla bensintankan og... destination Vestmanna tvær ferðir!

Framtíðin er kolasvørt!!!



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 ad@lawfirm.fo
  René Dahl Olesen   235930 renedahlolesen@gmail.com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 emys@olivant.fo
  Sonja Mørkøre   223663 sonjamorkore@gMail.com
  Ivan Fossabrúgv   239611 ifossabrugv@gMail.com
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 ann-mari@olivant.fo
  Símun Poulsen   517220 simun@vh.fo
  Eyðun Joensen   792640 eyjo@taks.fo
  Annika á Steig Egholm   581319 annikasteig@hotmail.com
         
  Ábyrgd av heimasíðu      
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 ann-mari@olivant.fo