hósdagur, 27. mars 2014

VÍF vann sær KÍF í finaluna


VÍF-71: 27-24 (13-11)


Skrivað hevur: Jan Sørensen

Myndir: Jan Sørensen

Við tapinum í dag spældu vit okkum úr finaluni, sum í staðin fór til KÍF.

Tað eydnaðist ikki at halda lív í vónini at koma í finaluna, hóast StÍf vann á KÍF. Vunnu vit á VÍF, vildu vit framvegis havt møguleikan, men vit tóku ikki av. Finaluplássini eru farin til VÍF og KÍF.

Tað vóru ikki mong, sum høvdu leitað sær í høllina í Vestmanna í gjárkvøldið. Vestmenningar eru longu í finaluhýri, og viðhaldsfólkið hjá H71 mundu ikki trúgva so nógv uppá møguleikan hjá H71, tí har vóru ikki nógvir hoyvíkingar. Spælararnir mundu heldur ikki trúgva so nógv upp tað, tí har var ikki tann heilt stóri stríðsviljin.

Dysturin gekk yvirhøvur javnt á, men við eini lítlari yvirvág til vestmenningar. Í seinna hálvleiki vóru eina løtu fimm mál á muni, 20-15. Tá kom rættiligur spenningur í, tí VÍF fekk eina røð av dupultútvísingum, sum gjørdu, at tað eftir eini løtu stóð á jøvnum 22-22. Dysturin kundi koppa um hetta mundi, men vit megnaðu ikki at halda tætt í verjuni, samstundis sum fleiri atsóknir endaðu málleysar. VÍF streyk av stað og vann at enda 27-24.

Við hesum spæla vit ikki meiri um føroyameistaraskapin 2013/14 men meiri um 3. og 4. plássið.
Dysturin gekk sum heild ikki serliga væl, tað var ikki nóg gott, hvørki í verju ella álopi. Mest eyðsýndur í dag var Rúni Højgaard, sum legði gott press á VÍF verjuna, og fekk 4 mál. Bestur at skjóta mál var Jónas Djurhuus, ið fekk 5 mál.

<!--@News:title-->


Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com