týsdagur, 1. apríl 2014

Katastrofa: Hoyvíkshøllin verður fótbóltshøll


Skrivað hevur: H71

Myndir: Vagnur Michelsen & anfinnur

H71 má úr Hoyvíkshøllini.

Tað hevur longi verið tutlað í krókunum, fleiri halda seg hava hoyrt, onnur hava onki hoyrt - og so eru tað tey, sum vita. Nú er tað alment:

Hoyvíkshøllin skal gerast til fótbóltshøll.

Tað hevur longið verið á ynskilistanum hjá nógvum at fáa eina høll at spæla innandura fóltbólt í. Bæði fótbóltsfeløg og fyritøkur hava nevniliga í longri tíð skundað undir at fáa eina fótbóltshøll. Og tað verður nú veruleiki. Í Hoyvík.

Á afturlatnum býráðsfundi í síðstu viku bleiv avgjørt, at okkara kæra Hoyvíkshøll skal brúkast til endamálið.

Høllin er, sum er, alt ov lítil, men avgerð er tikin at strika ætlaðu byggistigini og ístaðin byggja høllina út og yvir móti MBM og nakað niðan eftir eisini.

Eftir ætlan skal nýggja fótbóltshøllin bara brúkast til innandura fóltbólt. Tað merkir so eisini, at hondbóltur, og harvið H71, ikki longur fer at hava innivist í Hoyvíkshøllini. So ikki í verandi líki og ikki í nærmastu framtíð.

Ein meiriluti í býráðnum heldur tó ikki hetta vera nakran trupulleika, tí tá ein stór hondbóltshøll nú fer at verða bygd í vesturbýnum, kann H71 so saktans fáa innivist har.

Eftir tí, sum vit skilja, so er tað júst hendan avgerðin, sum er orsøkin til ósemjuna í býráðnum millum Marin Katrinu Frýdal og Heðin Mortensen.

Nevndin hjá H71 er blivin kunnað um avgerðina. Forkvinnan, Sunneva Jakobsen, vil ikki gera nakrar viðmerkingar beint nú. Men nevndin í felagnum er kallað saman til kreppufund tíðliga seinnapartin í dag.

Vit frætta heilt vist meira um málið seinni.



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com