mikudagur, 2. apríl 2014

G10 finala hóskvøldið


Skrivað hevur: anfinnur

Kanska fáa vit ein føroyameistara afturat.

Hóskvøldið 3. apríl klokkan 17:30 verður seinasta dysturin hetta kappingarárið hjá G10 spældur.  Og vinnarin av dystinum verður onki minni enn føroyameistari hjá gentum 10.

Dysturin er millum VÍFa og H71a.
Talan er um ein um-dyst, og tí verður hann spældur á "neutralum" vølli í Kollafirði við dómara, sum HSF setir.

At talan er um um-dyst kemur av tí, at liðini bæði sambært øllum reglum standa fullkomuliga á jøvnum.

Og tað merkir so eisini, at um hesin seinastio dysturin endar við javnleiki, so verður hildið fram, til ein vinnari er funnin.

Støðuna og úrslit hjá G10 kanst tú lesa her.

Tað er altso hóskvøldið 3. apríl. Klokkan 17:30. Í Kollafirði.

Hiðani fara vit bara at siga við okkara gentur: KOYRIÐ Á, GENTUR! KOYRIÐ Á!



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com