mikudagur, 2. apríl 2014

Sigrarnir gjørdust fleiri enn tapini.


Skrivað hevur: Anfinnur Hovgaard

Hugleiðingar um G17 hjá H71, leikárið 2013/2014.

Tær fingu onga medalju. Tær endaði sum nummar 5 í deildini. Tað vóru 10 lið íalt, so tær endaðu í miðjuni. Tað ljóðar kanska ikki av so nógvum. Men fyri ein, sum hevur fylgt teimum alt hetta kappingarárið, so er hetta slett ikki so galið. Heilt erligt - tað eru umleið 5 pláss betri enn eg roknaði við, tá kappingarárið byrjaði. Tað er rætt - eg var rímuliga vísur í, at tær fóru at enda sum botnproppur. Fyri ein part tað, at tær flestu eisini spældu í seinasta kappingarárið uttan at vinna ein tann einasta dyst. Fyri ein annan part tað, at tær høvdu ongan fastan málverja (meira um tað seinni). Og so ein heldur ivasamur innsatsur, tá tað kom til venjing.

Men tær tóku meg av bóli. Tað bleiv til 9 sigrar, ein javnleik og 8 tap. Og harvið komu 19 stig í hús. Tær komu nokk so langt í steypakappingini, tó nakað langt frá einum finaluplássi.

Tað var faktiskt ein fragd at síggja tær spæla teir seinastu dystirnar í mun til teir fyrstu. Gjøgnum alt kappingarárið, serliga fyrstu mánaðirnar, sóðu vit stóra framgongd, bæði í hondbóltsspæli, í samanspæli og eisini í tí heilt einfalda at tosa saman. Enn manglar nógv, men hetta var eitt stig á leiðini.

Petur Martin bleiv settur at venja genturnar, og tað gekk hann høgt upp í. Tað var uttan iva hansara treiskni, sum eigur størsta partin av, at úrslitið bleiv tað, tað bleiv. Og stóð tað til hansara, so bleiv úrslitið uppaftur betri. Tað var eisini ofta so, at vit áskoðarar aftan á taptan dyst sótu við einari kenslu av, at um genturnar bara høvdu gjørt sær eitt sindur betri ómak, so hevði úrslitið verðið betri; og onkuntíð nógv betri.

Og so skulu vit ikki gloyma Oliver. Hondbóltsmennaran, sum allir leikararnir eru blivnir góðir við. Genturnar skula heilsa og siga, at hann hevur givið teimum nógv-nógv.

Liðið var rættuliga stabilt alt árið. Linda og Kristina góvust rættuliga tíðliga, og Bára kom til liðið beint aftan á nýggjár. Men annars var friður, hóast onkrar skaðar.

Og so var tað málverjin. Ella rættari - har var ongin málverji! Big problem. Tað sá onki út, hóast ymsar royndir vórðu gjørdar. Tað endaði við, at Annika frá G14 játtaði at hjálpa. Og tað var gott, tí tað er ikki minst henni at takka, at G17 kláraðu seg so væl, sum tær gjørdu. Ikki bara tað, at hon stóð væl. Tað hendi meira enn eina ferð, at hon hevði dystir fyri G14 og G17 sama dag og um somu tíð. Tá vóru foreldrini ófør at koyra hana ímillum - t.d. Eiði og Skála. So hon hevur faktiskt verið fastur málverji á tveimum liðum í ár.

Royndi til stuttleika at gera hagtøl upp á Anniku. Í fimm dystum hevur hon bjargingar-prosent frá 44 og 63 og í meðal 54,8! Um tað ikki er flott, so veit eg ikki, hvat er flott!! Má nevna tann eina dystin, tá hon hevði tikið fleiri bóltar, harav nøkur brotskøst - tá so enn eitt brotskast varð dømt í móti okkum, tá sýntisyt tað vera trupult hjá mótstøðuliðnum at finna ein leikara, sum vildi skjóta tað brotskastið.

Eg eri spentur til komandi ár. Tá koma fleiri G14 upp í G17. Tá verður breiddin betri, og vónandi meira kapping um plássini á liðnum. Men vónandi heldur menningin fram. Og tað er so sanniliga pláss fyri betringum. T.d. mangla kontra-álop - tey eru alt ov fá og alt ov óskipaði. Og so muga tær læra seg at hoppa! At koma nakrar sentimetrar upp frá gólvinum fyri at betra møguleikarnar at fáa mál. Hetta og nógv smáting afturat, tað er tað, sum skal til.

Gentir: eg ivist ikki í, at tit duga. Men gerið tað! Og respekteri venjingarnar.

Fasta manningin hjá okkara gentum 17 kappingarárið 2013/14 vóru Annika Petersen, Ása Hansen, Bára Brekká, Fríða Weihe, Guðrið á Borg, Guðrið Hovgaard, Joanna Færø, Lív Knudsen, Margret Petersen, Sólbjørg Ørvarodd og Súsanna Bláhamar.

At hjálpa, tá á stóð, vóru hesar frá gentum 14: Anna á Steig, Durita Joensen, Maria Weyhe, Sára Gásadal, Silja Sámalsdóttir, Turið K. Johannesen og Tóra í Stórustovu.

Nú bleiv hendan greinin nokk so drúgv. Men av tí, at tit ikki hava fingið so nógva umtalu í kappingarárinum, og at tit - hóast alt - kláraðu tykkum so væl, so ger tað onki.  ;)

Síggjast vónandi í næsta leikári. :)

<!--@News:title-->


Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com