hósdagur, 3. apríl 2014

Gyltar rósir og takk fyri árið, D12


Skrivað hevur: D12-venjaratoymið

Frágreiðing frá leikárinum 2013/2014.

Leikarahópurin telur 39 dreingir, harav 28 eru yngri (f. 2002), og 11 eru eldri (f. 2001). Vit byrjaðu venjingarnar miðjan august og vóru á venjingarlegu á Sandi stutt áðrenn kappingarbyrjan, annars vant 3 ferðir um vikuna. Flest allir hava møtt trúfast til venjing alt árið og verið sera raskir og ágrýtnir. Hópurin er deildur í 4 lið eftir førleikum og vakstrarlagi.

D-liðið

Í landskappingini spælt í C-bólkinum, og mannað við 2 eldri og 8 yngri leikarum, sum ígjøgnum árið hava víst sera stóra spæligleði, og mennt seg nógv í persónligum førleikum og í hondbóltsspælinum sum heild. Hava verið sera ágrýtnir eftir at vinna “dystin í dystinum”, hvat teir eisini fingu løn fyri, tá teir vunnu finaluna í mini-steypakappingini í sonnum gysara í móti SÍF, ið er oddalið í B-bólkinum. Í landskappingini hevur d-liðið alt árið verið nr. 1, tó hart eltir av STÍF b og VÍF b. Áðrenn síðsta umfar liggur liðið fremst, 4 stig framman fyri STÍF b, og 3 dystir mangla hjá báðum, so óansæð úrslitið leygardagin eru dreingirnir á d-liðnum sannir vinnarar í okkara eygum. Vit gleða okkum at síggja tykkum allar aftur í komandi ári.

C-liðið

Í landskappingini spælt í B-bólkinum, og mannað við 3 eldri og 7 yngri leikarum, sum ígjøgnum árið hava mennt seg nógv sum einstaklingar, og sum lið. Avrikini til dystir hava svingað nakað frá dag til dag, men trúfastir, raskir og glaðir hava teir møtt til venjing við stórum hugi at læra og menna síni hondbóltsevni. Liðið hevur ígjøgnum árið vunnið fleiri stórsigrar, eisini á fleiri av oddaliðunum í bólkinum, hvat sigur okkum, at hondbóltsevnini apsalutt eru til staðar hjá dreingjunum á c-liðnum. So nú ræður tað um vera áhaldin og hugagóður, tí so verða tað enn fleiri góð avrik at minnast afturá. Vit gleða okkum at síggja allar aftur í komandi ári.

B-liðið

Í landskappingini spælt í krútsterka A-bólkinum, og mannað við 3 eldri og 6 yngri leikarum, sum ígjøgnum árið hava verið raskir, ágrýtnir og møtt trúliga upp til flest allar venjingar. Liðið hevur víst sera góðan stríðsvilja, hvat eisini hevur verið neyðugt orsakað av sera sterkum mótstøðuliðum í A-bólkinum. Í steypakappingini kom liðið til semifinaluumfarið, har teir heiðurliga máttu lúta fyri báðum finaluliðunum H71a og Kyndil a. Í landskappingini bardist b-liðið leingi um medaljuplássini, men í seinnu hálvu av kappingini svingaðu avrikini nakað, so liðið kappast við STÍF a um fjórða plássið. Dreingirnir eru helst ikki nøgdir við úrslitið í ár, men tað sigur mest av øllum, hvør hugburður býr í teimum. Vit gleða okkum at síggja tykkum allar aftur komandi hondbóltsár.

A-liðið

Í landskappingini spælt í A-bólkinum, og mannað við 3 eldri og 6 yngri leikarum. Sambært øllum stigatalvum fyri allar deildir, nú seinasta umfar fyri yngru liðini er spælt liðugt, kann staðfestast, at av øllum liðum (164) í landinum, eru tað 5 lið, sum hava fult stigatal (øll hesi liðini eru úr H71) harímillum okkara a-lið hjá dreingjum 12. Umframt at hava vunnið landskappingina fyri vikum síðan, hevur liðið eisini vunnið steypakappingina og báðar kappingarnar í Vestmanna í heyst uttan at hava mist stig. Sostatt er talan um framúr gott úrslit hjá liðnum, men hóast suverent besta liðið í landskappingini, so gjørdist steypafinalan ein sannur gysari móti Kyndils-dreingjum. Liðið var aftanfyri meginpartin av dystinum, men við sterkum stríðsanda og vinnaravilja vunnu okkara dreingir í allar síðstu løtu. Vit gleða okkum at síggja tykkum allar aftur komandi hondbóltsár.

Vit venjarar eru so sera stoltir av tykkum øllum dreingjum 12, við tøkk fyri farna hondbóltsárið.

<!--@News:title-->


Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com