hósdagur, 15. mai 2014
Mynd frá Hsf.Fo
Helvtin av liðnum eru H71'arar.
Ungdómsarbeiðið hjá H71 er farið at rigga. Av teimum 14 leikarunum á U20-landsliðnum hjá monnum eru heilir 7 úr H71. Av hesum vóru teir 6 eisini við í Ísrael til HM-undankappingina herfyri, og nú er vinstrahenti høgri-vongurin, Pætur Thomsen, eisini komin á liðið.
4 av okkara leikarum eru føddir í 1996 og 1997, og tí ber til hjá teimum at leika á U20 eini 2-3 ár afturat.
U20-landsliðið skal leika um IFH-trophy í Andorra í døgunum 21. til 25. mai.
IHF Trophy er kapping fyri smátjóðir í hondbóltshøpi, har innleiðandi umfør eru í ávíkavist Evropa, Pan America, Asia, Afrika og Oceania.
Síðani er ein heimsfinala, har vinnandi liðini í hvørjum heimsparti kappast.
Føroyar eru í bólki saman við Aserbajan, Írlandi og Andorra.
Í hinum bólkinum eru Moldova, Georgia, Stóra Bretland og Albania.
Á U20-landsliðnum eru
Málmenn:
Tóraldur Kollsker, H71
Niklas Simonsen, VÍF
Útileikarar:
Julian Olsen, VÍF
Rói B. Hansen, Neistin
Tróndur Arge, H71
Eirikur Simonsen, Viborg
Hilmar Leon Jakobsen, H71
Jónas G. Djurhuus, H71
Kjartan Johansen, StÍF
Áki Egilsnes, VÍF
Allan Norðberg, StÍF
Pætur Thomsen, H71
Djóni V. Højgaard, H71
Helgi Hoydal, Viborg
Venjarar eru Kári Nielsen og Birgir Hansen.
Leikskráin hjá Føroyum sær soleiðis út:
21-05 kl. 17:00 Aserbajan - Føroyar
22-05 kl. 17:00 Føroyar - Írland
23-05 kl. 19:00 Andorra - Føroyar
24-05 Semifinalur og plaseringsdystir
25-05 Triðjapláss og finala
Kelda: Hfs.Fo.
27. desember
17. oktober
9. oktober
15. september
1. apríl
26. mars
15. februar
12. oktober
11. oktober
Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík
Nevnd | ||||
Anna Dam | Forkvinna | 519082 | AnnahDam@iCloud.Com | |
René Dahl Olesen | 235930 | ReneDahlOlesen@gMail.Com | ||
Emy Sólvitsdóttir | 513769 | EmyS@Olivant.Fo | ||
Ann-Mari B. Mouritsen | 214452 | Ann-Mari@Olivant.Fo | ||
Petur Skeel Dahl | 210135 | PeturSD@Olivant.Fo | ||
Eyðun Joensen | 792640 | EyJo@Taks.Fo | ||
Jóhan Lamhauge | 521975 | Lamhauge@HotMail.Com | ||
Alfred Jacobsen | 723700 | AlfredJacobsen@gMail.Com | ||
Beinta Fossadal | 288913 | BeintaFossadal@Hotmail.Com | ||
Ann-Mari B. Mouritsen | Heimasíða | 214452 | Ann-Mari@Olivant.Fo | |
Djóni Gaard Joensenn | Samskipari | 504488 | H71Umsiting@gMail.com |