sunnudagur, 18. mai 2014

Bogdan útmatrikuleraður


Skrivað hevur: Agga Niclasen

Tað er eitt sínámillumforstáilsi, at Bogdan Florea ikki longur spælir fyri H71. Hann hevur funnið sær nýtt felag.

Saman við Simonu kom hann til Hoyvíkar og H71 í 2010. Tey komu úr Rumenia, har bæði spældu hondbólt. Bogdan ein høggari. Simona leikskipari. Bæði ung og óvanliga dámlig.

Hópurin hevði tørv á einum langskjútta, og við Bogdani fingu vit ein ungan mann, sum kastar og hestur sparkar. Fyrsta árið var so sum so, men kappingarárið 2011-12 var hann ein av aðalatvoldunum til, at vit endaðu í hasi minniligu finaluni ímóti kollfirðingum. Hann bumbaði okkum í finaluna við góðari hjálp frá Danjali, Rógva og kompaní. Ein finala, sum vit vunnu, og samtíðis næsta FM hjá H71 í bestu deildini hjá monnum.

Fyri hetta er hansara navn altíð steinsett í H71-søgu. Árið eftir endaðu vit aftur í finaluni, men hesuferð máttu vit lúta fyri einum vælspælandi KÍF-liði, ið nú hevði funnið vegin burturúr famøsu ASSU-fløskuni.

Umframt leikari hevur Bogdan roynt seg sum venjari við góðum úrslitum. Minnist meg rætt vann hann FM við d12; a-liðið vann gull, meðan b-liðið vann b-bólkin. Hvaðna týdningarmeiri hevur hann so hvørt lagt seg eftir linjuni hjá felagnum um hvussu vit venja ungdómin, bæði menningar- og sosial atlit.

Simona legði út sum leikari, og spældi við okkara besta (og einasta) kvinnuliði í næstbestu deild. Hon var leikari og venjari. Hon var oftari enn ikki ein einmansherur, og burturúr komu nøkur heilt góð úrslit, men niveauið var ikki heilt tað.
Lukkutíð royndist væl betri sum venjari í yngsta gentupartinum. Saman við Svannu legði hon lunnar undir allar tær gentur, ið nú mynda g14 aldursbólkin, og eisini nakrar 99arar, sum til næsta ár flyta upp í g17-bólkin.
Hesar hava vunnið FM og Steypakappingina tvørturígjøgnum deildirnar, og vit tryggja okkum, at allar genturnar, allar sum ein!, enn sum altíð vita av teirra innsatsi frá fyrr av.

Øll árini hava tey búð hjá Peturi og Katrin Dahl í Nicolai Mohrsgøtu. Tey hava verið væl móttikin av "familjuni uppiá", og vit loyva okkum at takka Katrin og Petur fyri vísta vælvild.

Til okkara stóru gleði hava Simona og Bogdan verið hjálpsom og fryntlig, tað veri seg í samskifti við ungdómin ella hasi, ið á ymsan hátt varða at felagnum. Og vit eru eisini ivaleys í, at tey hava havt tað gott í Hoyvík. Einaferð svørt, altíð svørt:)
Leikarnir hava tikið sær væl av Bogdan, meðan tey yvirhøvur hava luttikið í øllum gerandisaktivitetum og hátíðarløtum, felagið og samfelagið annars hevur bjóðað seinastu fýra árini.
Sum so er trupult at nevna nakran burturúr, men Petur Even og familja hava tikið sær serliga væl av Simonu og Bogdan, eitt nú við at bjóða teimum at halda jól hjá sær.

Vit ynskja Simonu og Bogdan alt tað besta framyvir!

Virðingarfylst,

H71



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com