sunnudagur, 3. august 2014
--mikudagin 13. august fer AA-liðið á venjingarlegu til Íslands.
Vit fara við Norrønu. Tilhaldssstaður er Akureyri.
AA-hópurin hjá H71 fer hvørt ár á venjingarlegu. Tó, annaðhvørt ár fer felagið uttanlanda við hópinum fyri líkasaum geva teimum eina meiri áhugaverda og, stuttliga, avbjóðing.
Higartil hava vit notið gott av fasilitetunum í Lalandia, í 2008 í Rødby og 2012 Billund.
Venjingarhøllin í Rødby, ið liggur á Lolland/Falster, var bara næstbest, men dystirnir góðir. Tann í Billund, hinvegin, var framúr, og dystirnir eisini heilt góðir, tóað dystirnir kanska vóru dekan ov langt frá sonevndu basuni.
Gamaní, vit sóu og fingu innlit í nógv serstakliga væl rikin feløg á jútlendska meginlandinum, so bøhlandsligt at Renésa GPSari kom í villareiði. Alt hetta var áhugavert, og eisini vóru vit í Randers og sóu býarkvinnurnar venja undir milits-vegleiðing av Jan Leslie við seinnameiri dysti í somu høll, men kanska var talan um ov nógva ferðing.
Men tú lærir í tráð við øktar royndir.
Samanumtikið hevur hetta, at leita útum nationalmarkið, eydnast so mikið væl, at vit aftur í ár fara avstað. Hesuferð, tó, fara vit í ein útnyrðing. Til Íslands og Akureyri. Og tað verður við Petur Even sum ferðaleiðara. Nevndin verður aftur hesuferð umboðað, og umframt leikarnar, sjálvandi, eisini nøkur børn.
Setningurin hjá ikki-hondbóltsliga ferðalagnum er at síggja til, at høvuðsvenjarnir báðir, Petur og Halgir, skulu hugsa so mest sum møguligt um hondbólt, minst møguligt um nakað sum helst annað.
Tað plagar at fungera professionelt við einum sosialum og samansjóvandi dámi. Soleiðis skal tað vera!!!
Til skránna. Vit koma til Seyðisfjarðar og koyra til Akureyri. Fyrsta venjingin er longu sama seinnapart sum vit koma. Náðileyst. Dystirnir vera nakað býttir, vanligir venjingardystir og so unglingadystir, har teir ungu hava kjans at imponera Mittún og Dahl Olesen.
Annars skulu hinir, teir meir "erfarnu", spælast saman í slíkt mát og betra seg individuelt, at vit eru heilt klárir til kappingarbyrjan.
Hetta plaga at vera góðir dystir, serliga hjá okkum, ið sleppa undan óneyðugum sveittabroti:)
Á skránni annars er River Rafting og nakað so íslendskt sum at ríða. Lyklaorðið er liðlaðing.
Vit fara í ein landssynning aftur 21. august við 5 nærum mannarættinda-krenkandi venjingum í síni brutalheit og 6 gevandi venjingardystum.
Her á heimasíðuni fara vit at dagføra við frásagnum og myndum so hvørt.
Framtíðin er svørt, so kolasvørt!!!
16. februar
27. desember
17. oktober
9. oktober
15. september
1. apríl
26. mars
15. februar
12. oktober
Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík
Nevnd | ||||
Anna Dam | Forkvinna | 519082 | AnnahDam@iCloud.Com | |
René Dahl Olesen | 235930 | ReneDahlOlesen@gMail.Com | ||
Emy Sólvitsdóttir | 513769 | EmyS@Olivant.Fo | ||
Ann-Mari B. Mouritsen | 214452 | Ann-Mari@Olivant.Fo | ||
Petur Skeel Dahl | 210135 | PeturSD@Olivant.Fo | ||
Eyðun Joensen | 792640 | EyJo@Taks.Fo | ||
Jóhan Lamhauge | 521975 | Lamhauge@HotMail.Com | ||
Alfred Jacobsen | 723700 | AlfredJacobsen@gMail.Com | ||
Beinta Fossadal | 288913 | BeintaFossadal@Hotmail.Com | ||
Ann-Mari B. Mouritsen | Heimasíða | 214452 | Ann-Mari@Olivant.Fo | |
Djóni Gaard Joensenn | Samskipari | 504488 | H71Umsiting@gMail.com |