sunnudagur, 14. apríl 2013
Myndir: Jan Sørensen
H71 ognaði sær tvey stig afturat í dag eftir ein javnan og ikki sørt spennandi dyst í Hoyvíkshøllini.
Liðini fylgdust allan dystin, og lítil og ongin munur var. H71 hevði eitt mál meiri við hálvleik (12-11),
og vísti eisini hvussu tætt tað var. Í seinna hálvleiki gjørdist gloppið eitt vet størri, og stóran part av
øðrum hálvleiki var H71 frammanfyri við 2-3 málum. Úrslitið gjørdist ein trý-máls sigur til H71, 30-27.
Undan dystinum kundi man sagt at úrslitið ikki hevði nakran týdning, tí óansæð hvussu úrslitið
gjørdist, so verður altavgerandi dysturin um at koma í finaluna leygardagin tá H71 og VÍF spæla.
Einasta úrslitið, sum veruliga hevði havt týdning var um Team-K tók stig frá VÍF, men tað megnaðu
teir ikki. Onkur hugsaði sum so, at um vit ikki vunnu dystin í dag, ja so vildi uppgávan móti VÍF staðið
enn greiðari, og tá er lættari at seta seg upp at spæla ein góðan dyst, tí tá hevði kravið verði onki
minni enn ein sigur.
Dystargongdin: var soleiðis, at eftir at Rógvi beinanveg hevði smekka bóltin í netið við einum
frálíkum hopskoti, so var tað StÍF sum hevði takið fyrstu løtuna. 4 – 2 til gestirnar eftir seks
minuttum. So vendi og H71 hevði eina góða løtu, teir løgdu seg framum 5-4 tá 10 min. vóru leiktir.
Restina av fyrra hálvleiki gekk javnt á, at kalla ongin munur á liðunum, men H71 hevði eitt mál meiri
við hálvleik.
Annar hálvleikur byrjaði við at H71 legði eitt mál afturat, og so vóru tvey mál á muni. Munurin øktist
upp í trý mál og hetta var gongdin stóran part av seinna hálvleiki. Móti endanum gjørdist spennandi
tí tá 6 min. vóru eftir at leika var munurin bert 1 mál 26-25, og hetta helt sær til tríggir minuttir
vóru eftir. Tá gekk ikki meiri hjá gestunum, og H71 skoraði trý skjót mál og dysturin var avgjørdur.
Dysturin endaði 30-27 til H71.
H71: hetta var ein skilagott spældur dystur, har tað sýntist sum H71 stýrdi, og vóru tilvitaðir um tað.
Álopið gekk væl, og tað var ongin trupulleiki at koma til avslutningar. Tað lá væl fyri hjá Rúna at skora,
hann fekk 12 mál og var toppskjútti. Honum á baki var Rógvi, sum fekk 7 mál í dag og spældi ein
branddyst, eitt tað besta avrikið í ár. Tað var kortini í verjuni, vit vunnu dystin. Royndir vórðu gjørdar
við skiftandi verjuhættum, og hetta eydnaðist yvirhøvur væl. Tað eydnaðist ikki reiðiliga at tippa fyri
fullkomiliga. Bíða varð eftir, at vit skuldu økja 2-3 máls gloppið við at verjan tættist júst so mikið, at
vit sum frá leið øktu um leiðsluna. Men hetta kom ongantíð.
StÍF: eitt sum eg legði til merkis var álopstrýstið. Teir vóru alla tíðina persónliga í álopi, allir menn.
Hetta hevur stóran týdning, at allir altíð eru í álopi. Ikki so nógv spæl til síðurnar og ikki hetta
tómgongdsspælið. Nógv av álopinum er sjálvsagt konsentrerað um Sveinur, sum hevur eitt heilt
fantastiskt skot, beinrakin og hart skjótandi. Tá man veit hetta, hetta at skotið fer har, tað skal, og at
tað so at siga hvørja fer endar í meskunum, gevur tað eitt øgiligt sjálvsálit at skjóta, og ger eisini ein
sera vandamiklan áleypara. Levi var stinnur sum vanligt, men vit lósu hann og rættaðu skotini betur
til í øðrum hálvleiki. Yvirhøvur koyrdi spælið væl, og ein kann siga, at tað er spell, at StÍF ikki reiðiliga
er komið í gongd fyrr enn nú. Tá kundi alt sæð annarleiðis út.
Bert ein dystur eftir at leika í 2013 kappingini, og enn vita vit bert við vissu, at KÍF leikar í finaluni.
Leygardagin vita vit eitt sindur meiri, tá leika H71 og VÍF um at koma í finaluna. Vinnur H71 ella, um
tað verður javnt, so eru H71 og KÍF aftur saman í finaluni. Vinnur VÍF, so eru teir finalistar í staðin fyri
H71. Uppgávan er greið, men latið tykkum ikki snýta við at hugsa um javnleik!!! Javnleikur er onki at
fara eftir, tað kompliserar bara uppgávuna. TIT SKULU BERT HUGSA UM AT VINNA, tá eru tit bestir.
Díkið á í álopi og standi bergstinnir í verju !!!
Dómaraseðil
12. oktober
11. oktober
9. oktober
1. oktober
4. september
29. august
27. juni
Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík
Nevnd | ||||
Anna Dam | Forkvinna | 519082 | AnnahDam@iCloud.Com | |
René Dahl Olesen | 235930 | ReneDahlOlesen@gMail.Com | ||
Emy Sólvitsdóttir | 513769 | EmyS@Olivant.Fo | ||
Ann-Mari B. Mouritsen | 214452 | Ann-Mari@Olivant.Fo | ||
Símun Poulsen | 517220 | Simun@vh.Fo | ||
Eyðun Joensen | 792640 | EyJo@Taks.Fo | ||
Jóhan Lamhauge | 521975 | Lamhauge@HotMail.Com | ||
Alfred Jacobsen | 723700 | AlfredJacobsen@gMail.Com | ||
Beinta Fossadal | 288913 | BeintaFossadal@Hotmail.Com | ||
Ann-Mari B. Mouritsen | Heimasíða | 214452 | Ann-Mari@Olivant.Fo | |
Djóni Gaard Joensenn | Samskipari | 504488 | H71Umsiting@gMail.com |