fríggjadagur, 15. august 2014

Start Cup 2014


Skrivað hevur: Anfinnur Hovgaard

Hondbólturin fer nú at vakna úr summardvala.

Hóast ein løta er eftir, til lands- og steypakappingarnar í hondbólti fara í gongd, so eru fyrireikingarnar til sama so smátt byrjaðar.

Ja, fleiri lið hjá H71 hava ongan verunligan steðg havt yvirhøvur - tað er blivið vant, líka síðani seinasta kappingarár endaði, bara avbrotið av summarfrí, einar 4-5 vikur. Kanska hevur uppmøtingin í summar ikki altíð verið tann besta - órógvað av próvtøkum, festivalum og stevnum og hvat veit eg. Hugagóð kortini.

Men nú fara tey seinastu so smátt at koma aftur úr summarfrí. Tey, sum hava verið í summarfrí, skilst.

Og tað verður ikki longi, til full ferð verður sett á venjingarnar hjá øllum liðum, drongjum og gentum, ungum sum eldri.

AA-liðið hjá H71 er farið til Akureyri á venjingarlegu (les um tað her). Og longu í seinastu viku gav Petur Martin G17 venjingarboð. Tað var ongin forðing, at høllin er vorðin "shinað" upp og tilskil ikki tøk; mann kann gera so nógv annað, til dømis renna á Tórsbreyt.

Kapping fyri tey yngstu

Og tey yngstu fáa ikki meira enn tíð til at byrja skúlaárið, so er fyrsta kappingin hjá teimum á skránni.

Tað er Kyndil, sum hevur tikið stig til stóru kappingina Start Cup 2014, sum verður í Gundadalshøllini leygardagin 23. august.
Kappingin byrjar klokkan 10 og er fyri børnum í 1., 2., 3. og 4. flokki.

Kappast verður í tveimum bólkum: 1. og 2. flokkur í tí eina bólkinum, 3. og 4. flokkur í hinum.
 

Ikki fyri feløg

Talan er ikki um eina kapping millum feløg. Tað kunna líka gott vera vinfólk ella grannar, sum taka seg saman til eitt lið.
Og tað er slett ikki neyðugt, at liðini hava navn eftir einum hondbóltsfelagi. Liðini kunna sjálvi finna sær eitt navn.
Set nú bara hugflogið ordiliga í gongd, tí bestu liðnøvnini hjá dreingjum og gentum fáa virðisløn.

Allir dystirnir verða spældir á minivøllum, og seks spælarar kunnu vera á hvørjum liði, harav fýra eru á vøllinum í senn.

Fyri luttøkugjaldið á 100 krónur fær hvør spælari ein góðan bita úr Bowlinghøllini, leskidrykk, t-skjúrtu, dunk, penn og endurskin.
 
Les um Start Cup 2014, tilmelding, luttøkugjald og annað her á heimasíðu Kyndils.

Síðsta freist at melda til kappingina er hósdagin 21. august klokkan 22:00.



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com