leygardagur, 16. august 2014

H71 á Akureyri 2


Skrivað hevur: Agga Niclasen

Fyrradagurin var merktur av dysti, bæði AA- og unglingadysti. First things first... vit vunnu.

Tað er altíð betri at vinna enn tapa, men spælið var yvirhøvur slurvut. Men hetta er so eisini ein venjingarlega, og hetta var fysti dystur av mongum.

Vit vunnu við trimum málum ímóti Hamrarnir, eitt lið her úr Akureyri, ið spælir í 1. deild, sum er næstbesta deildin í Íslandi. Úrslitið var 27 - 24. Um vit vóru í fullfíggjaðum svingningum, tá var nokkso skjótt greitt, at hetta var dystur, vit áttu at vunnið við eini 10 málum.

Men við útskiftingum og nýggjum monnum, ið skulu spælast inn á liðið, tá vil so vera. Breiddin er útmerkað, rættiliga góð, tí av teimum, sum ikki byrjaðu dystin, var í minsta lagi ein nevi av leikarum, ið saktans kundu byrjað inni. Eitt nú Jónas, Helgi og Tróndur. Afturat teimum eru nakrir leikarir ikki við á leguni av ymsum ávum.

So í so máta sær gott út; og tað gjørdi tað í tað mát hjá Rúna W. Højgaard. Hann spældi, sum vit øll vita, hann kann. Eitt sprell av einum mannfólkaspesimeni.

Har vóru eisini onnur góð ting at taka við sær. Eitt nú førdu vit stórt eftir einum korter,i men við hópútskiftingum og nakað av órógvi og vantandi miðsavnan sum úrslit, kann hugsast, komu vit afturút langt inn í fyrsta hálvleik.

Men vit tóku okkum saman, minkaðu ummunin fyri síðani at javna. Hetta er góður eginleiki.

Unglingarnir vunnu 24 - 23. Hetta var á onkran hátt ein betur dystur, meiri imponerandi. Hjá okkum var tann mest erfarni Jónas G. Djurhuus undantikið málmaðurin, Ári E. Dam. Mótstøðuliðið var KA, lokalt ungdómslið.

Rasmus Rosendahl Rasmussen, vanliga kallaður "Triple R", og Brandur Halgirsson fingu sína debut í álvaradysti. Og teir avrikaðu framúr. Takklingar, kontra og langskot. Raamus stóð fyri mótálopunum, tí kvika spælinum, meðan Brandur bumbaði bóltarnar í málið. Óført!

Eisini Oddur Beck, frá miðju og bakki, serliga bakki, gjørdi tað gott við frekum gjøgnumbrotsspæli, ið Jónas hegnisliga megnaði at lirka hann inn í við heilagóðum pressi.

At kalla alt ferðaliðið ger sítt til at møta til dyst. Onkuntíð, tó, ber til at velja aðra loysn, serliga tá ið døgurði skal vera klárur til tá leikarnir eru lidnir at spæla. Í gjár vóru tó øll við, men nakað inn í dystin fóru tær yngru damdurnar, Katrin, Helena og Maika Margreta at svimja í Sundlaug Akureyrar. Eisini hetta útandurða-njótilsi er innan 'walking distance'.

Eftir døgurða var sjavs á skránni. Kortspæl tykist at fylla nokkso nógv í teirra sosiallívi, tí mestsum hvør fríløta fer við einum krossi. Og teir "eldru" leikarnir taka sær eisini væl av teimum yngru.

Numeriskt fylla vit í H71 nokkso nógv á Stórholt, men leikarnir eru so avbera skikkiligir og nørdasligir, at henda ógvusliga yvirvág av hoyvíkngum als ikki bilar hinar gestirnar.

Tá verður alt so nógv lættari at hugna sær og skipa fyri. Og hasi, ið ikki hava tol til kortspæl, ja, tey renna sær ein túr í býnum, meðan uppftur onnur spáka sær oman í býin at forvitnast.

Venjing var annars í morgun. Menn vóru heldur moyrir aftaná. Men ráð er fyri tí, tí svimjihylurin er jú ikki so langt haðani. Og teir, ið ikki orka hasar umleið 3 kilometrarnar til svimjihylin, fáa far.

Beint eftir dyst sær Lars fyri, at teir fylla depotini við rosinum og búnaðum bananum, áðrenn teir fáa veruligan mat heima á vallaraheiminum, sum Nina og Katrin fiksa.

Soleiðis var eisini í dag, men frokosturin var nakað útsettur, tí leikarir vildu síggja enskan fótbólt. United tapti, men hetta var bara ein dystur, og seinastu árini hevur tað liðið, ið tapti fyrsta dystin, vunnið maratonnið, ið er Premier League.

Í kvøld verður spennandi dystur. Mótstøðuliðið er U21 Akureyri Handball, eitt samansett mansunglingalið her frá norðurlandinum.

Eftir dyst fara øll sum ein at eta gott við seinnameiri spurnarkapping á skránni. Tríggir bólkar, teir yngru leikarnir, teir eldru og so leiðarnir. Taparnir, tvs tvey lið, fáa uppvaskið, meðan vinnandi liðið fær ein vinning, ið vil nakað.

Vit gleða okkum til bæði dyst, mat og kapping.

Í morgin er sunnudagur, og enn ein dystur. Faktiskt tveir. Tí unglingarnir skulu eisini spæla, Og teir ímóti einum eldri og betri ungdómsliði enn síðst.

Viðrar, tá fara vit at grilla í super-havanum, eitt slag av 'baggård'. Sera hugnaligt við yvirstórari grill, lenistólum og parasollum, ið hava tað fyri at økja um lívskvalitetin.

Vinsamlegast,

H71arir í Íslandi

<!--@News:title-->


Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com