týsdagur, 19. august 2014
Frásøgn frá seinasta degnum í Íslandi.
Vit spældu 3 x 20 minuttir og taptu 28 - 23 ímóti KA í óvanliga intensum og gevandi venjingardysti.
Hetta er lið úr fremstu deild í Íslandi, og jú, hóast venjingardystur og KAarir kanska ikki góvu seg 120 prosent, var hetta super fyrireiking til komandi kappingarár.
Vit spældu ímóti bestu uppstilling minus einus profili, ein út av trimum leikarum, ið inntil nýligani hava spælt í Týsklandi, sum væl er hin besta kappingin sum er.
Superstjørnan av øllum er væl Sverrir Jakobsson, ein risi av aðrari verð, og sum hevur spælt óteljandi landsdystir fyri Ísland hesi seinastu árini, sum liðið hevur framt eitt avrik fyri og annað eftir.
Men til okkum, til okkara dreingir, til H71. Tað er einki at siga til, at høvuðsvenjarnir vóru firndarglaðir eftir síðsta bríksl.
Allir sum ein spældu, eins og var tað við lívinum sum innsatsi. Dreingir eru um at gerast menn--eingin ivi um tað.
Fleiri leiðarir tykjast at koma út úr skápinum, hvat ger tað lættari og rúmligari hjá teimum, ið seinasta árið ella tvey hava borið nærum einsamalla ábyrgd.
Mær dámar lítið at taka nakran framúr, men Rúni og Jónas vóru nakrir brandar í dag. Bæði í álopi og verju. Konsentrerandi svakligir.
Eg havi reypað um, hvussu fittir og dámligir AA-hópurin er. Tað haldi eg fast við. Men tíbetur er tað við øvutum fortekni í dysti. Ella, hetta er so ábendingin eftir eina væl eydnaða venjignarlegu.
Teir tosa og rópa óbrotið, sveitta blóð og lata seg ikki imponera av "stórum nøvnum" og øðrum svassi, teir kanska fyrr hava havt eitt keðiligt lyndi at gjørt.
Teir renna til síðsta bólt, eru byrjaðir at varðveita konsentrasjónina tvørturígjøgnum dystin og bjóða av við ágangandi dirvi.
Haldið áfram við hesum, og tað fer at síggja gott út til næsta kappingarár!
Við hesum takka vit fyri okkum í Íslandi. Morginári verður morgunvenjing og svimjing á skránni, áðrenn vit fara at fáa okkum ein bita at eta.
Vissuliga, ein rosalega góð venjingarlega, hóast minni vanlukkur á vegnum,
Yvir og út,
H71 á Akureyri
12. oktober
11. oktober
9. oktober
1. oktober
4. september
29. august
27. juni
Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík
Nevnd | ||||
Anna Dam | Forkvinna | 519082 | AnnahDam@iCloud.Com | |
René Dahl Olesen | 235930 | ReneDahlOlesen@gMail.Com | ||
Emy Sólvitsdóttir | 513769 | EmyS@Olivant.Fo | ||
Ann-Mari B. Mouritsen | 214452 | Ann-Mari@Olivant.Fo | ||
Símun Poulsen | 517220 | Simun@vh.Fo | ||
Eyðun Joensen | 792640 | EyJo@Taks.Fo | ||
Jóhan Lamhauge | 521975 | Lamhauge@HotMail.Com | ||
Alfred Jacobsen | 723700 | AlfredJacobsen@gMail.Com | ||
Beinta Fossadal | 288913 | BeintaFossadal@Hotmail.Com | ||
Ann-Mari B. Mouritsen | Heimasíða | 214452 | Ann-Mari@Olivant.Fo | |
Djóni Gaard Joensenn | Samskipari | 504488 | H71Umsiting@gMail.com |