mikudagur, 3. september 2014
Tað er mánadagar, at heimasíðan verður mest vitjað.
Nú ein dagin fekk eg hagtølini fyri heimasíðuvitjanir.
Ikki tí, at eg ikki hevði annað at gera, ikki ordiligt!, men meiri tí at eg helt tað kundi verið forvitnisligt at funnið útav, um tað sum vit halda, nú eisini heldur.
Eitt nú halda flest okkara, at mánadagur er ein serliga væl vitjaður dagur. Hetta, tí vikuskiftið hevur verið og "Dystarfrásøgnin" hjá Jan Sørensen, og kanska okkurt gleps frá aðrari síðu, er á skránni.
Og so er. Teoriin heldur heim. Í einum yvirliti (sjá her!) nevnt "Vitjanr pr. vikudag frá 01 jan til 03 sep (kl 07:58)" sæst, at mándagur faktiskt er hin mest vitjaði dagur í viku.
Síðani ársskiftið hava tað verið 7503 fólk inni á síðuni, og tað bara mánadag.
Men dagabýtið er nú ikki so avskeplað. Botnskorarin er leygardagur við 5500; hetta kemst ivaleyst av tí, at hetta er dagur, tá foreldur flest sprutta aftur og fram landið runt, frá eini ítróttarhøll í aðra, og tá eru ikki ordiligt tíðir at nøkta sítt forvitni við hesum klikkjaríi.
Tað ger forrestin onki, tí skermurin er kanska ikki so familjuuppbyggjandi, tá hann er við at taka valdið á fólki og tess gerandisdegi.
So tað, at fólk ikki eru so inter dott komm-býtt akkurát henda vikuskiftisdag, fer heimasíðan valla í døpurhuga av.
Men so er tað tað; nær á degnum fara vit á heimasíðu felagsins?
Ja, har eru so presiss 963 fólk, ið apsalutt einki lív hava. Hví annars vitja h71.fo klokkan 4? Altso, klokkan FÝRA á miðjari nátt (!)
Ein tíma fyrr, klokkan 3, hava 1066 fólk verið inni á síðuni síðani 1. januar. Hetta er allíkavæl ikki so øgiliga nógv, tí hetta svarar so dánt til eini 5 um dagin, ella náttina:)
Tað er annars um midnáttarleitið, at flest vitjanir eru, næstan 3000 kl. 11 og tað sama kl 12 síðani ársskiftið.
Partille var toppskorarin, leita vit eitt gott ár aftur, og tann tíðin, har nýggja heimasíðan kom.
Agurkutíð er tíðindaloysi, og hetta eisini í hondbóltsverðini. Kortini eru millum 100 og 200 vitjandi um dagin í summarfrítíðini.
Tá hondbólturin koyrir, ja, tá eru millum 300 og 600, enntá fleiri onkuntíð, inni og vitja heimasíðu felagsins.
Men tað er um eina livandi heimasíðu, at tølini fara upp, og tað er trupult at gera hetta uttan hjálp frá foreldrum.
Hetta er frívillugt arbeiði, sera orkukrevjandi, so vit taka gleðiliga ímóti tilfari, bæði teksti, myndum og videobrotum.
Tað er bara at senda til h71faldarin@gmail.com.
Framtíðin er svørt, so kolasvørt!!!!!!!!
27. desember
17. oktober
9. oktober
15. september
1. apríl
26. mars
15. februar
12. oktober
11. oktober
Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík
Nevnd | ||||
Anna Dam | Forkvinna | 519082 | AnnahDam@iCloud.Com | |
René Dahl Olesen | 235930 | ReneDahlOlesen@gMail.Com | ||
Emy Sólvitsdóttir | 513769 | EmyS@Olivant.Fo | ||
Ann-Mari B. Mouritsen | 214452 | Ann-Mari@Olivant.Fo | ||
Petur Skeel Dahl | 210135 | PeturSD@Olivant.Fo | ||
Eyðun Joensen | 792640 | EyJo@Taks.Fo | ||
Jóhan Lamhauge | 521975 | Lamhauge@HotMail.Com | ||
Alfred Jacobsen | 723700 | AlfredJacobsen@gMail.Com | ||
Beinta Fossadal | 288913 | BeintaFossadal@Hotmail.Com | ||
Ann-Mari B. Mouritsen | Heimasíða | 214452 | Ann-Mari@Olivant.Fo | |
Djóni Gaard Joensenn | Samskipari | 504488 | H71Umsiting@gMail.com |