mikudagur, 17. apríl 2013

Til Viborg í eitt ár


Skrivað hevur: Helgi Hildarsson Hoydal

Mynd: Helgi Hildarsson Hoydal

Helgi skrivar um hondbóltsskúlan Sports Academy Viborg.

Hví Viborg?

Ferðin til Viborg byrjaði við, at eg sat og tosaði við foreldur míni um hondbóltin hjá mær. Eg sat eisini og hugleiddi eitt sindur um eg nú hevði kjansin at blíva góður og koma á eitt hægri støði á mínari hondbóltsleið. Eg hevði tosað við fleiri vinmenn hjá mær, sum ætlaðu at fara á ein ''eftirskúla''. Eisini hevði eg tosað við fleiri, sum hava verið á hondbólts-eftirskúla. Øll søgdu tað, at um man vil nakrastaðni við hondbóltinum, skal man fara uttanlands. Aftaná eg hevði tosað við vinir og foreldur míni, valdi eg at søkja inn á Viborg Håndbold College, sum nú hevur skift navn til: Sports Academy Viborg.
 

Trivnaður, umstøður og umhvørvi

Eg trívist sera væl her í Danmark – nærum ov væl, siga pápi og mamma mín. Men ein av grundunum til, at eg trívist so væl, er umhvørvið og umstøðurnar. Umstøðurnar eru so at siga heilt perfektar til at menna seg innanfyri hondbólt. Tríggjar hondbóltshallir, ein badmintonhøll, ein kurvabóltahøll, fótbóltsstadion og eitt stórt ''fitnesscentur'' er alt í sama bygningi, sum vit búgva. So vit brúka ikki meira enn tveir minuttir at koma yvir til venjing, dyst ella onnur tiltøk í hallunum.
 

Hvussu búgva vit?

Vit búgva tvey og tvey á einum kamari. Vit hava eitt WC og ein lítlan køk í kamarinum. Tað er tó mest køkurin í felagsrúmi okkara, sum verður brúktur mest. Vit hava tvey stór felagsrúm, sum vit kunnu brúka til alt. Matin fáa vit í kantinuni í høllini. Vit fáa morgunmat, har vit hava møguleika at smyrja matpakka. Kl. 14-15 er møguleiki at fáa sær ein lítlan bita, áðrenn tú skalt til venjing ella bara um tú ert svangur aftaná skúlatíð. Kl.17.30 til 18.30 er heitur matur hvønn dag. Tað er altíð nógv úrval, altíð nógv sløg av salati, breyði og alt annað, sum har til hoyrir.

Sum sagt eru umhvørvið og umstøðurnar super góðar. Vit hava alt: Góðar venjarar, hallir, vinir, og eg kundi blivið við. Bæði bestu liðini, altso kvinnurnar og menninir, spæla í fremstu deildini í Danmark. Og kvinnurnar spæla eisini Champions league. Nógvir av leikarunum hjá kvinnunum og monnunum hava tilknýti til Sports Academy Viborg. Vaktirnir, sum eru hvønn dag, eru onkuntíð ein av leikarunum frá bestu liðunum. Og til morgunvenjingarnar eru tað onkuntíð tey, sum eru venjarar. Stutt sagt er tað eitt professionelt umhvørvi, vit liva í, og fyritreytirnar fyri at gerast ein góður hondbóltspælari eru ''tipp-topp''.
 

Hví er hondbólturin betri uttanlands?

Hjá mær er tað eingin loyna, at eg eri her fyri at gerast ein betri hondbóltspælari. Men hví er tað lættari í Danmark ella uttanlands enn í Føroyum? Sum sagt, so er umhvørvið meira professionelt enn í Føroyum. Men í Føroyum er tað við at gerast meira professionelt. Og so eru tað deildirnar, sum eru betri. Har eru fleiri leikarar at velja ímillum og fleiri leikarar, ið vilja hondbóltin. Í mun til í Føroyum har onkur av leikarunum á liðnum spælir hondbólt fyri at hava okkurt at gera, ímeðan hann ikki spælir fótbólt. Her er man 100%, ella er man ikki. Sjálvandi er tað ringt at finna so nógvar hondbóltspælarar, sum vilja tað 100% í smærri londum.

Deildirnar eri betri, størri og fleiri. Kappingin er skipað soleiðis at, man spælir eitt innleiðandi umfar, har tú kanst spæla teg í eina deild, sum tú ert meldaður til. So verður spælt fram til jólar í einum bólki, sum til dømis kann vera 1. deild. Fram til jólar spælir tú so um at rykkja upp til ''ligaina'', sum er besti bólkurin. Har verður spælt um at sleppa til Danmarksmeistaraskap. Har koma tvey lið frá Jyllandi, eitt frá Fyn og eitt frá Sjællandi.

Sum sæst, er tað nógv lættari at seta lið við somu evnum upp ímóti hvørjum øðrum, tí at tað eru so nógv lið. Í mun til í Føroyum eru tað kanska 2-3 lið, sum ''matcha'' hvørt annað.

Stutt sagt, so er Sports Academy Viborg eitt stað fyri hondbóltspælarar, ið vilja gerast betur. Tað er eitt professionelt umhvørvi við umstøðunum í top.

Tað er heilt klárt nakað, ið eg vil viðmæla til hondbóltspælarar við ambisjónum.

<!--@News:title-->


Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com