sunnudagur, 12. oktober 2014
Myndir: Jan Sørensen
Kyndil er tað liðið, sum hevur staðið seg best higartil í ár. Fjølmiðlarnir hava líkasum longu tilskrivað teimum ein týðandi lut í toppinum á kappingini, og tí kann man siga, at vit vóru til eitt slag av roynd til hendan dystin. Vit spældu eisini ein fínan annan hálvleik í Vestmanna mikukvøldið, so spenningur var í luftini undan dystinum.
I stuttum kann sigast, at dysturin var javnur frá byrjan til enda, tað vóru ongantíð meiri enn tvey mál á muni. Tað mesta av dystinum var Kyndil frammanfyri, men við hálvleik var støðan javnleikur 9-9. Tað mesta av øðrum hálvleiki var bert tað eina málið á muni 13-13, 14-14 ... 17-17, og so tá 28 minuttir vóru leiktir, og støðan var 18-17 til Kyndil, varð Helgi Hoydal steðgaður so mikið harðliga, at dómararnir mettu hetta til 2 min. til Kyndil. Vit fingu javnað til 18-18, og vælleikandi Hanus í H71-málinum bjargaði skotroyndini frá Kyndli, sum gjørdi, at vit fingu fyrimun. Í seinasta álopinum bleiv dømt brotskast til Mark, sum hann sjálvur í tveimum royndum fekk sett í netið til 19-18 til H71. Tá vóru bert fá sekund eftir at leika, og støðan helt sær, soleiðis at vit fingu okkara fyrstu tvey stig.
Hetta var sum sagt ein javnur dystur, og tað kundi líka gott verið Kyndil, sum fór av stað við sigrinum. Nú er hondbóltur vorðin soleiðis, at fyrri hálvleikur ofta er ein lágferðshálva, har ansað verður eftir ikki at brenna ov nógva orku, og ikki at koma ov nógv afturum, fyri síðan at seta alt inn í øðrum hálvleiki. Tað helt eg nú ikki í hesum dystinum, hálvurnar vóru heldur líka.
Hjá H71 er verjan vorðin sterkari enn álopið. Onkur hevur haft á lofti, at dystir verða vunnir í verjuni, so møguliga er hetta ikki so galið. Hanus, sum kom inn at verja málið í seinnu hálvu, stóð væl, og helst hevur hesin lítli munurin gjørt sítt til, at dysturin at enda koppaði okkara veg. Álopið gekk ikki nakað serligt (vit fingu tó fleiri mál enn Kyndil), og serliga illa gekk at skjóta beinleiðis uppá mál, flestu málini vóru bóltar niður í gólvið og bóltar, sum vórðu skotnir fjaldir (soleiðis at málverjin ikki sá skotið). Serliga legði eg til merkis, at meginparturin av skotroyndunum vórðu blokkerðar av Kyndlaverjuni, og so stórir eru teir nú ikki, og átti hetta at kunna verið gørt betur. Vongspælið var betri í dag, enn vit sóðu í Vestmanna, og Pætur Thomsen (sum fekk tvey mál í dag) skal nokk koma at vísa seg sum ein góður skjótrennari, tá hann reiðiliga hevur vant seg við støðið í bestu deildini. Mark og Hallur skutu hvør síni 6 mál.
Hanus mundi helst standa seg best av H71-leikarunum. Á kyndlaliðnum skaraði ein ungur leikari framúr. Hann kallast Hjalti Bachmann. Hann var toppskjútti við fýra málum, men harumframt sást, at hann hevði hevði góð hondbóltevnir, ein vakran stíl og góð skot.
Hetta vóru so tey fyrstu stigini, og nú er bert at halda á við sama lag. Fái álopið at koyra eitt sindur betur, so fer at ganga rættan veg. Gott avrik í dag og drívið nú at vinna tann næsta dystin eisini.
27. desember
17. oktober
9. oktober
15. september
1. apríl
26. mars
15. februar
12. oktober
11. oktober
Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík
Nevnd | ||||
Anna Dam | Forkvinna | 519082 | AnnahDam@iCloud.Com | |
René Dahl Olesen | 235930 | ReneDahlOlesen@gMail.Com | ||
Emy Sólvitsdóttir | 513769 | EmyS@Olivant.Fo | ||
Ann-Mari B. Mouritsen | 214452 | Ann-Mari@Olivant.Fo | ||
Petur Skeel Dahl | 210135 | PeturSD@Olivant.Fo | ||
Eyðun Joensen | 792640 | EyJo@Taks.Fo | ||
Jóhan Lamhauge | 521975 | Lamhauge@HotMail.Com | ||
Alfred Jacobsen | 723700 | AlfredJacobsen@gMail.Com | ||
Beinta Fossadal | 288913 | BeintaFossadal@Hotmail.Com | ||
Ann-Mari B. Mouritsen | Heimasíða | 214452 | Ann-Mari@Olivant.Fo | |
Djóni Gaard Joensenn | Samskipari | 504488 | H71Umsiting@gMail.com |