hósdagur, 16. oktober 2014
Gamalt hvørvur, nýtt kemur í staðin.
Gamli, hvíti diskurin hevur ofta og í nógv, nógv ár staðið í Hoyvíkshøllini. Møtistaðið, har mann kann keypa sær te og kaffi, Pop Top og Svali, kakur og hvat veit eg.
Og so tær, sum plaga at standa har so trúliga - og tað er fyri nógv tað mesta "tær" og ikki "teir" - altíð eitt smíl og góðar fyri eitt prát.
Gamli diskurin, hann hevur sæð betri dagar. Enn hvítur fyri tað mesta, men skøvutur og slitin. Onkuntíð til eitthvørt serligt høvi er hann vorðin pyntaður við pappíri ella einum dúki. Penari, men tað hevur bara hildið eina stutta tíð. So er tað gamla og slitna komið fram aftur.
Nú hevur hetta fingið ein enda. Gamli diskurin er farin á pensjón.
Og ein nýggjur diskur er komin í staðin. Durita spurdi pent Deko&Print á Hoydalsvegnum í Havn, um tey kundi gera ein nýggjan disk (tá mann nú skal brúka eina lýsingastovu í Havn, so er so sera passandi, at hon býr á Hoydalsvegnum, ikki sannheit... ;)
Hjá Deko&Print løgdust tey ikki á boðini - og úrslitið sært tú á myndunum.
Diskurin er, sum tú sært, ikki hvítur longur. Nei, hann er vorðin reyður. Og ikki bara reyður. Nei, hann er onki minni enn H71-reyður! Við litkotuni RGB 139.0.2, um hetta hevur áhuga.
Hesi vóru tíðindini um diskarnar, tann gamla og tann nýggja. Vónandi fer kaffið og alt hitt, sum eg nógv onnur við mær plagi at njóta í Høllini, at smakka eins væl og fyrr. Eisini frá hesum nýggja diskinum.
27. desember
17. oktober
9. oktober
15. september
1. apríl
26. mars
15. februar
12. oktober
11. oktober
Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík
Nevnd | ||||
Anna Dam | Forkvinna | 519082 | AnnahDam@iCloud.Com | |
René Dahl Olesen | 235930 | ReneDahlOlesen@gMail.Com | ||
Emy Sólvitsdóttir | 513769 | EmyS@Olivant.Fo | ||
Ann-Mari B. Mouritsen | 214452 | Ann-Mari@Olivant.Fo | ||
Petur Skeel Dahl | 210135 | PeturSD@Olivant.Fo | ||
Eyðun Joensen | 792640 | EyJo@Taks.Fo | ||
Jóhan Lamhauge | 521975 | Lamhauge@HotMail.Com | ||
Alfred Jacobsen | 723700 | AlfredJacobsen@gMail.Com | ||
Beinta Fossadal | 288913 | BeintaFossadal@Hotmail.Com | ||
Ann-Mari B. Mouritsen | Heimasíða | 214452 | Ann-Mari@Olivant.Fo | |
Djóni Gaard Joensenn | Samskipari | 504488 | H71Umsiting@gMail.com |