19. oktober 2014

Eitt 11-tal til Hall


KÍF – H71: 19-23 (10-9)


Skrivað hevur: Jan Sørensen

- tá H71 sigraði á KÍF

Fyrsti rættuligi dysturin í nýklassikaranum millum H71 og KÍF endaði við einum sigri til H71.
 

Dystargongd

Heimaliðið byrjaði sum ein orkan. Eftir lítlari løtu stóð 5-0 á støðutalvuni, og tað sýntist at fara at blíva ein ordiligur avsmurningur. Tað fór tó at stabilisera seg, støðan bleiv 6-1, 7-2, 8-3, men enn var stórur munur á málunum. Hanus kom at standa í mál, og tað gekk væl at standa fyri. Spakuliga fóru málini at koma okkara veg. Tá hálvleikur varð, var bert eitt mál á muni, 10-9 til KÍF.

Tað leikaði javnt á teir fyrstu 10-15 minuttirnar av øðrum hálvleiki. H71 hevði hug at koma uppá javnt, fyri síðan at fara eitt mál aftur. Dysturin var tó fult opin, og góður stemningur var í høllini. Dysturin tók at venda, tá Ári kom inn at verja fyri brotskasti, og hann bjargaði. Hann varð verandi í málinum og stóð ein fínan dyst. Hansara íkast til dystin gjørdi, at dysturin koppaði okkara veg, tí nú vóru tað brádliga kollfirðingarnir, sum høvdu ilt við at hanga í, og frástøðan øktist spakuliga. Tá 43 min. vóru leiktir, varð javnt 16-16, og 8 minuttir seinni varð støðan 19-16 til H71. Hesin málmunurin helt sær dystin út. Seinastu løtuna var einki annað hjá heimaliðinum at gera, enn at fara út mann móti manni, men úrslitið gjørdist at enda 23-19 til H71.


Um H71

Spælið er eitt sindur ringt at definera. Vit hava sjálvandi tvær fasur, álop og verja, og í løtuni er verjan stinnari enn álopið. Í dag var eitt fyrimyndarlig málmansskifti. Skiftini vóru time-aði heilt perfekt, og vit fingu fulla úrtøku úr báðum málmonnunum, báðir góvu fullan valuta. Teir báðir Hallur og Sigmund standa sterkir í miðverjuni og vóru sjónligir í verjupartinum. Av og á vóru menn ikki klárir, men hetta skal nokk koma.

Í álopinum er stevið ikki reiðiliga komið uppá pláss, og vit kunnu fegnast um, at vit hava góða tíð til at fáa hetta at koyra betri. Stóri leikarin í dag var Hallur Biskpstø, sum fekk heili 11 mál (harav nøkur uppá brotskast). Sigmundur Nolsøe vísti seg at verða ringur at halda hjá KÍF-verjuni, og bardi seg til fleiri brotskøst, og var helst eisini orsøk til, at orkan hjá heimaliðinum var heldur so sum so móti endanum.


Um KÍF

Fyrstu løtuna vóru teir sum ein tornado, ein øgilig ferð og megi. Áskoðararnir vóru longu í finalulag, og alt var gott. Men tornadoðin hevði ikki fulla styrki, okkurt um stig 4 á skalanum, sum gongur upp í 5. Tað var júst ikki nokk megi í KÍF liðinum til at koyra við fullari orku allan dystin, megin var uppi einar 10-15 min. undan leikloki. Góða byrjanin, við fimm málum á saldo, rakk ikki til ein sigur. Rógvi Weihe, sum er krumtappurin í KÍF-verjuni, fekk beinleiðis reytt kort nakað inn í annan hálvleik, og hetta man hava gjørt sítt til, at lættari varð at koma ígjøgnum KÍF-verjuna í øðrum hálvleiki.


Endaviðmerking

Fyrsti dysturin var móti einum undirmettum Neistaliði, sum vit taptu so ruddiliga. Næsti dysturin var móti finalumettu vestmenningunum, har vit í fyrra hálvleiki spældu líka vánaliga sum í tí fyrsta, meðan vit sýndu besta spælið higartil í ár í seinna hálvleiki, sum tó ikki rakk til sigur. Triði dysturin var móti Kyndli (sum eisini eru høgt mettir í ár), hann var javnur, og vit vunnu ikki fyrr enn í seinastu minuttunum. Tann fjórði var í dag, har vit aftur vístu katastropulíknandi innsats ta fyrstu løtuna, fyri síðan seint og seigt og leggja okkum á dystin og vinna at enda.
Hetta er rætta gongdin! Nú eru vit farnir at vinna, sjálvt um spælið sum so ikki er tað besta. Vit arbeiða málrættað og miðvíst fram móti einum góðum úrslitið, sum longu so líðandi er farið at gerast sjónskt. Koyri á dreingir !!!

Dómaraseðil

<!--@News:title-->


Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 ad@lawfirm.fo
  René Dahl Olesen   235930 renedahlolesen@gmail.com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 emys@olivant.fo
  Sonja Mørkøre   223663 sonjamorkore@gMail.com
  Ivan Fossabrúgv   239611 ifossabrugv@gMail.com
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 ann-mari@olivant.fo
  Símun Poulsen   517220 simun@vh.fo
  Eyðun Joensen   792640 eyjo@taks.fo
  Annika á Steig Egholm   581319 annikasteig@hotmail.com
         
  Ábyrgd av heimasíðu      
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 ann-mari@olivant.fo