25. oktober 2014

KLASSAMUNUR


H71-Team Klaksvík: 32-12 (12-6)


Skrivað hevur: Jan Sørensen

Myndir: Jan Sørensen

Ein sonn frøi at síggja menn spæla í dag, sannur champagnu-hondbóltur.

Tað var rættulig hondbóltveitsla í høllini, tá H71 vant burturúr gestunum úr Klaksvík og vann við heili 20 málum.
 

Dystargongd

Teir fyrstu 10-15 minuttirnir góvu onga ábending um, hvussu dysturin fór at verða. Liðini spældu áleið líka væl, og satt at siga sá tað út til at fara at gerast ein spennandi dystur. Hetta kundi ikki verið longur frá veruleikanum, tí tað var reiðiliga skjótt, at myndin broyttist. H71 tók fullkomiliga yvir, tað gekk sum eftir ánni, og bóltarnir fuku um oyruni á gestamálverjanum, sum annars fylti væl upp í málinum við sínum okkurt um 2 metur langa kroppi. Tá hallarlúðurin blásti til hálvleiks, var støðan 12-6 til H71.

Gekk tað gott í fyrra hálvleiki, so gekk tvær ferðir so gott í øðrum hálvleiki. Støðan hjá gestunum var stagnerað á sama laka innsatsi sum í fyrra hálvleiki. Teir fyrstu 15 minuttirnar av seinna hálvleiki gekk javnt gott at skora, meðan teir frá Team Klaksvík als ikki megnaðu at gera nakað við støðuna, teir koyrdu í somu tómgongd sum í fyrra hálvleiki. Um hálvan hálvleikin stóð 22-10 á máltalvuni, og tá dysturin var liðugur, var endastøðan 33-12. Tjúgu mál á muni, H71 skoraði 21 ferðir í seinna hálvleiki meðan TK skoraði 6 ferðir. Ein hondbóltveitsla var at enda komin.
 

Um H71

Hetta var so avgjørt besti dysturin í ár, bæði hjá verju og álopi. Ein sonn frøi at síggja menn spæla í dag, sannur champagnu-hondbóltur, kundu vit sagt. Liðið var næstan ikki til at kenna samanborið við, hvussu “útstrálingin” annars hevur verið í teimum fyrstu dystunum. Í dag strálaðu menn um kapp, og tað var gott at síggja sanna spæligleði. Hetta vísti seg eisini bæði í verju og álopið, kanska serliga í álopinum, sum hevur verið heldur stirvið higartil. Tað kvika spælið var aftur at hóma, og menn vóru væl meiri atsóknarsamir, enn teir hava verið, og hetta sást eisini aftur í bæði spæliídni og nógvu málunum. Spælið í dag var fjøltáttað og breitt, bæði vengur og strika vóru týðandi partar í álopinum, og tað lá væl fyri at fáa mál. Vinstru vengurnir skoraðu heili 14 mál, Bogi 7, Tróndur 6 og Djóni 1. Bogi og Tróndur vóru eisini topskoraðar, og vóru báðir ómetaliga sjónskir í spælinum í dag. Málmennirnir høvdu aftur í dag stóran leiklut í góða úrslitinum.

Seinastu 10-15 minuttirnar komu ungu evnaríku leikarar felagsins á vøllin og smæddust ikki burtur, vístu gott spæl og vístu hondbóltssnildir, sum dámdu áskoðarunum væl. Oddur Beck spældi sín fyrsta veruliga dyst fyri besta liðið í dag og fekk tvey mál.
 

Um Team Klaksvík

Gestirnir úr Klaksvík hava fingið fleiri góð úrslit í ár, og tað var tí spennandi at síggja, hvat teir høvdu at bjóða við “okkara” Bogdan sum primus motor. Vónandi var hesin dysturin ein “off-dagur” hjá Team Klaksvík, tí teir høvdu ikki nógv at bjóða. Teir fyrstu 10 minuttirnar kunnu vit góðtaka, men restin var bara ikki gott nokk. Liðið hevur tríggjar fínar skjúttar, og ongin nyttaði nakað. Eg havi fyrr mett Sámal á Tjaldrafløtti sum ein av bestu skjúttunum í landinum, men í dag fekk hann null mál. Bogdan, sum fyrsta dystin í fjør móti KÍF skoraði heilar 17 ferðir, gjørdi null mál, meðan Dusko var topskorðari við fimm málum. Gott nokk vóru okkara verjukemur stinnar at verja, men TK-venjarin hevur fingið okkurt at hugsa um, innan teir skulu spæla næsta dyst.

Dómaraseðil.

<!--@News:title-->


Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 ad@lawfirm.fo
  René Dahl Olesen   235930 renedahlolesen@gmail.com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 emys@olivant.fo
  Sonja Mørkøre   223663 sonjamorkore@gMail.com
  Ivan Fossabrúgv   239611 ifossabrugv@gMail.com
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 ann-mari@olivant.fo
  Símun Poulsen   517220 simun@vh.fo
  Eyðun Joensen   792640 eyjo@taks.fo
  Annika á Steig Egholm   581319 annikasteig@hotmail.com
         
  Ábyrgd av heimasíðu      
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 ann-mari@olivant.fo