31. oktober 2014

Á finalurók


Skrivað hevur: Agga Niclasen

Myndir: Eileen Sandá og Vagnur Michelsen

Vinna vit, og annars VÍF ger sína skyldu ímóti Team Klaksvík, so eru tað vestmenningar og vit, ið liggja ovast.

Vit spæla sunnudagin á Skála ímóti StÍF. Hasin útivøllurin er tiltikin trupul. Tó so, at í fjør vann H71 opningsdystin við einum máli, og tá við einum lutfalsliga vælspælandi Sveini Justinussen og øðrum "veteranum". So tað ber til.

Í ár haldi eg eisini, at H71 er betri fyri. Serliga í verjuni. Verjan var góð í fjør, tann besta hvat málum ímóti viðvíkur, men í ár er tann uppaftur stinnari.

Tað er tó í hinum endanum, at skora, at tað enn bilar. Vit skora ikki nóg mikið, um vit líka ikki rokna handa frik-dystin í móti Team Klax við.

Men so hvørt sum allir leikarir finna sína legu ella pláss á liðnum í mun til spælistíl, og satsa alt sólsentrið í mótálopum, burdi ligið betri fyri.

Eg spáddi eisini fyri kappingarbyrjan, at í ár fór at hilnast væl. Tað skuldi hilnast væl. Hetta, tí páskir uttan H71 í FM-finalu sokkar. Hópurin er uppbygdur, balansan er betri, fleiri lámleikarir, leikarir eru blivnir nakað meiri búnir, og leikarir eru lagstir afturat, ið hava heilt góð leiðaraevni. Her hgusi eg serliga um Mark Marcher, ið vísir seg at vera ein fongur.

Eisini Tróndur Arge er við at finna sín leiklut á liðnum. Í mun til flest hinar, ið kanska eru dekan ov sinniligir, avslappaðir til tað skaðiliga, er hann... ja, so ikki tað! Og tað ger einki. Tað er gott við ymsum persónsmenskum til tess at fáa sum mest burturúr einum stórum hópi tvørturígjøgnum eitt kappignarár, ið fyrst endar í apríl.

Óansæð, aftur til dystin sunnudagin. Vinna vit, og annars VÍF ger sína skyldu ímóti Team Klaksvík í Føroya næststørsta býi, hvat ikki átti at verið so torført, hugsi eg, soleiðis sum teir eyðmýkiliga blivu sópaðir av vøllinum síðsta leygardag í Hoyvík, eru tað vestmenningar og vit, ið liggja ovast, sum nr. 1 og 2.

Langt er enn á mál. Øðiliga langt. Men tað hevði nú verið vell at fingið ein ordilgian stima av úrslitum. Vinna vit á strandingum, íðan, so er hetta fjórði sigur á rað.

Og hetta, eftir eina laka og heldur skuffandi byrjan við tveimum ósigrum, har serliga heimadysturin ímóti Neistanum var snópisligur. Ikki tí, Neistin eru góðir og erfarnir, men í Hoyvík eigur tað vera grundlóg, at H71 vinnur. Soleiðis er tað bara.

Men fyrst er tað StÍf sunnudagin. Á Skála. Kl. 16.

So komið og stuðlið, allir hoyvíkingar. Hevur tú bil, so er eingin undanførsla. Als eingin.

Koyrið á Maskinuna, tí framtíðin er so KOLAsvørt!!!!!!!!!!
 

Atlantic Airways Deildin

Komandi dystir
1. november klokkan 18:00, Klaksvíkar Badmintonhøll: Team Klaksvík - VÍF
2. november klokkan 16:00, Ítróttarhøllin á Skála: StÍF - H71
2. november klokkan 16:00, Ítróttarhøllin í Kollafirði: KÍF - Kyndil

Støðan

Nummar Lið Dystir V.m. T.m. Munur Stig
1 VÍF 5 134 107 27 8
2 Neistin 6 139 146 -7 7
3 H71 5 121 101 20 6
4 Kyndil 5 119 103 16 5
5 KÍF 5 132 136 -4 4
6 StÍF 5 121 131 -10 4
7 Team Klaksvík 5 114 156 -42 2



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 ad@lawfirm.fo
  René Dahl Olesen   235930 renedahlolesen@gmail.com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 emys@olivant.fo
  Sonja Mørkøre   223663 sonjamorkore@gMail.com
  Ivan Fossabrúgv   239611 ifossabrugv@gMail.com
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 ann-mari@olivant.fo
  Símun Poulsen   517220 simun@vh.fo
  Eyðun Joensen   792640 eyjo@taks.fo
  Annika á Steig Egholm   581319 annikasteig@hotmail.com
         
  Ábyrgd av heimasíðu      
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 ann-mari@olivant.fo