sunnudagur, 2. november 2014

Avgjørt í fyrra hálvleiki


StÍF-H71: 20-24 (6-12)


Skrivað hevur: Jan Sørensen

Myndir: Jan Sørensen

Vit hava funnið góða hondbóltsstevið, og í dag vunnu vit ein tryggan siður á strandingum.

Nú hevur gingið væl hjá H71, vit høvdu vunnið tríggjar teir seinastu dystirnar, og spennandi var tí at síggja, um góða gongdin hevði hald í nøkrum grundleggjandi stabilum, ella tað bara vóru tríggir tilvildarligir sigrar, ið komu samstundis. Tíbetur sær út til, at vit hava funnið góða hondbóltsstevið, og vit vunnu eisini ein reiðiliga tryggan sigur á strandingum í dag.


Dystargongd

Tað kann altíð kjakast um, um StÍF bara vóru vánaligir í fyrra hálvleiki, ella um tað vóru H71-ararnir, sum við sínum spæli gjørdu, at onki eydnaðist hjá heimaliðnum. Tað var beinanveg at munur sást á máltalvuni. H71 hildu fram við góða hugburðinum frá seinasta dysti og vardu sum úlvur á skóg. Verjan var stinn, og málmennirnir báðir vóru aftur í dag fantastiskir, serliga væl gekk hjá Hanusi. 10 min: 1-5, 20 min: 3-7 og 30 min: 6-12 (júst sum ímóti Team Klaksvík).

Seks mál frammanfyri við hálvleik er gott útgangsstøði, men í hondbólti er tó onki avgjørt, tað hava vit so mangan sæð fyrr. Í dystinum móti klaksvíkingum var díkt á minst líka so nógv í seinna hálvleiki sum í tí fyrra, menn surfaðu á einum megnar viðgongdsbroti, og stuttleikaðu sær óført og vístu kynstur. Í dag var ikki sama gongd. Menn fóru at spæla drálhondbólt frá byrjan av seinna hálvleiki, ella sum onkur segði “hví spæla teir við hondbremsuni uppi”. Hetta kann skjótt gerast vandamikið, minni trýst frá okkum og eitt sindur meiri trýst og ágangur frá heimaliðum, so er skjótt, at tað steðgar upp. Hetta hendi tíbetur ikki, men tað sást ein farri av hóttan, tí støðan batnaði hjá StÍF. Tá 45 min. vóru leiktir, var munurin komin niður á 3 mál, 14-17. Vit vunnu tó dystin við fýra málum. Endastøðan gjørdist 24-20 til H71.

Ein góður sigur, tí tað er ofta torført hjá H71 at fáa stig á Skála. Hóskvøldið verður leikt ímóti Neistanum, og tá er avgerandi neyðugt, at menn fáa rætta hugburðin til at basa bláu grannunum, tí teir hava roynst okkum sera illa seinastu árini.

Vit hava nú leikt ¼ av kappingini og vit liggja nr. 2, so ikki kann sigast annað enn, at tað gongur væl.

Dómaraseðil.

<!--@News:title-->


Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com