mánadagur, 3. november 2014

Til Göteborg á triðja sinni


Skrivað hevur: Nevndin

H71 fer á triðja sinni at luttaka í heimsins størstu hondbóltskapping, Partille Cup.

Partille Cup verður spælt í Gøteborg í døgunum 29. juni til 4. juli 2015.

Allir leikarar, sum ætla sær at luttaka, skulu innan 15. november rinda kr. 500,- á kontu í Suðuroyar Sparikassa 9870-427.166.2.

Teir leikarar, sum ynskja at ferðast við H71 við Atlantsflogi, skulu rinda kr. 200,- eyka, tvs. kr. 700,-.

Ferðalagið, sum ferðast við H71, fer úr Føroyum tann 29. juni og er aftur í Føroyum tann 5. juli. H71 hevur bílagt nøkur pláss við Atlantsflogi, og eru hesi fyrst og fremst ætlaði leikarum og venjarum.

Um øll plássini ikki verða umbiðin, ber til hjá foreldrum at fáa írestandi plássini, men útgangsstøðið er, at foreldur sjálvi avgreiða sína ferð. Tey, sum ynskja at búgva á skúla, fáa boð um, nær tey skulu gjalda fyri tað. Foreldur sum ynskja at búgva á hotelli, kunnu bíleggja pláss umvegis heimasíðuna partillecup.se. Flest foreldur ætla sær at búgva á Hotel Gothia Towers, men ber eisini til at velja onnur hotell. Vit fáa ikki at vita, hvar leikararnir skulu gista fyrr enn stutt fyri fráferð, men hava longu nú biðið um at fingið skúlan, sum eitur Burgården, sum liggur stutt frá Hotel Gothia Towers.

Gevi gætur, at tilmeldingargjaldið á kr. 500,- fæst bert aftur, um so er, at einki lið verður í tínum aldursbólki.

Um so er, at tit hava spurningar, sendið so ein teldupost til h71partille@gmail.com.



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com