4. november 2014

Dr. 12 á venjingarlegu


Hesa ferð vóru teir í Klaksvík.

Seinastu 4 árini hevur tað verið fastur táttur, at dreingirnar hava verið á venjingarlegu, hetta sum ein liður í fyrireikingini til kappingina. Undanfarnu árini hava vit verið á Eiði, á Giljanesi og á Sandi. Í ár gekk leiðin til Klaksvíkar.

Vit fóru úr Hoyvík fríggjadagin seinnapart. Í Klaksvík búleikaðust vit í dagstovninum Snjallubjallu. Tá ið dreingirnir høvdu etið matpakka og vóru komnir uppá pláss, gekk leiðin í svimjihøllina. Vit vóru so hepnir, at vit høvdu leigað alla svimjihøllina. Sostatt høvdu vit allar hentleikar fyri okkum sjálvur.

Aftaná at vit høvdu svomið í útvið 2,5 tímar gekk leiðin aftur til Snjallubjallu, har Gilli hevði gjørt kakao og bollar klárt. Tá ið hetta var fingið niðurum, var spurnarkapping hjá Jens á skránni. Um midnátt fóru dreingirnir í soviposarnar.

Leygarmorgunin byrjaði við morgunmati. Klokkan 9 var hondbóltsvenjing á skránni. Vælumtókti ungdómsvenjarin hjá felagnum, Mark, stóð fyri venjingini. Dreingirnir vandu í 3 tímar við einari lítlari pausu, har rosinir og annað gott varð etið.

Klokkan 12 blivu dreingirnir býttir í javnbjóðis lið, og síðani blivu dystir leiktir fram til klokkan 13. Eftir hetta varð farið aftur í Snjallubjallu har Rúni hevði gjørt ein góðan døgurða. Eftir hetta høvdu dreingirnir møguleika at taka sær av løttum, til foreldur komu eftir dreingjunum klokkan 16.

Alt í alt ein væl eydnað venjingarlega. Vit vilja nýta høvi at takka foreldrum fyri hjálp at baka bollar og kakur, umframt at hjálpa til við transporti til og frá Klaksvík.

Venjararnir

(Her høgrumegin er ein myndafrásøgn frá venjingarleguni)

<!--@News:title-->


Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 ad@lawfirm.fo
  René Dahl Olesen   235930 renedahlolesen@gmail.com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 emys@olivant.fo
  Sonja Mørkøre   223663 sonjamorkore@gMail.com
  Ivan Fossabrúgv   239611 ifossabrugv@gMail.com
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 ann-mari@olivant.fo
  Símun Poulsen   517220 simun@vh.fo
  Eyðun Joensen   792640 eyjo@taks.fo
  Annika á Steig Egholm   581319 annikasteig@hotmail.com
         
  Ábyrgd av heimasíðu      
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 ann-mari@olivant.fo