5. november 2014

Í morgin verður tað


Skrivað hevur: Agga Niclasen

Tað er ikki á hvørjum ári, at tað er toppdystur á Hálsi, og so slettis ikki millum Neistan og H71.

Men tað verður tað so í annaðkvøld. Klokkan 20, so ongin undanførsla fyri ikki at Koyra á Maskinuna, tí tá hevur sjálvt svangasti hoyvíkingur gloypt seinasta bitan.

Vinna vit, so eru vit nummar eitt, tí VÍF vinnur fyrst sín dyst sunnudagin á strandingum, enntá í Vestmanna. Men við sigri kunnu vit so í øllum førum økja um fráleikan til triðovasta liðið, ið nettupp er Neistin.

Kyndil missur stig, bæði tvey, tí felagið spældi við ólógligum leikara, so teirra veruliga pláss verður óivað eitt 5. pláss við 5 stigum, heldur enn 7.
So tað eru teir bláu úr Havn, sum sita á triðjaplássinum sum er. So hetta er eitt gylt høvi at rykkja frá og, hvør veit!, kanska trýsta Ingasa suverena hondbóltslið.

Síðani teir báðar ósigrarnar ímóti Neistanum í Hoyvík, síðani VÍF á útivølli, hava vit ikki latið meiri enn 20 mál inn. Hetta er góð verja. Og so kunnu hasi, ið mótargumentera við "vánaligum álopi", parkera hasa hugsan eitt bil.

18, 19, 12 og 20 mál ímóti sær er væl avrikað verjuspæl. So ring eru álopini nú heldur ikki í føroyskum hondbólti, hóast liðini ikki heilt hava funnið álopsflogið.

Klára vit tí at halda Neistan niðri á 20 málum ella minni, tá eigur tað vera gjørligt at vinna dystin.
Ferð og kraft eru hondbóltsdygdir í Hoyvík, og finna vit hesar eginleikar fram, tó uttan ov nógvar missendingar sum fylgju, hava vit góðan møguleika at vinna fimta sigurin á rað.

Og tapa vit, jamen, fuck tað!, so eru vit bara eitt sitg aftanfyri eitt finalupláss.

Neistamenn fara ivaleyst at mála seg bláar og stilla upp við hasum damukórinum norðanfyri trappurnar í høllini; teir halda seg hava so gott fatur á hoyvíkingum, at teir nú veruliga daga FM-finalu.

So komið og rópið og klappið og okkurt triðja nú í annaðkvøld kl. 20 á Hálsi.

Framtíðin er svørt, so KOLAsvørt!



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 ad@lawfirm.fo
  René Dahl Olesen   235930 renedahlolesen@gmail.com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 emys@olivant.fo
  Sonja Mørkøre   223663 sonjamorkore@gMail.com
  Ivan Fossabrúgv   239611 ifossabrugv@gMail.com
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 ann-mari@olivant.fo
  Símun Poulsen   517220 simun@vh.fo
  Eyðun Joensen   792640 eyjo@taks.fo
  Annika á Steig Egholm   581319 annikasteig@hotmail.com
         
  Ábyrgd av heimasíðu      
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 ann-mari@olivant.fo