hósdagur, 6. november 2014

Vit smurdu teir av


Skrivað hevur: Anfinnur Hovgaard

Myndir: Álvur Haraldsen/in.fo

Onkur helt, at vit royndu ikki at smíla alt ov breitt, tá vit gingu út úr Høllini á Hálsi í kvøld :)

Og tað var bara tí, at í kvøld var tað øðiliga stuttligt at vera svartur. Og tað var slett ikki stuttligt at vera bláur.

Neistin byrjaði við at leggja seg á odda 1-0. Tað var líka sum tað, tí aftan á tað tóku vit yvir og vóru framman fyri restina av dystinum. Vit vóru framman fyri við 5 málum í seinna enda av fyrra hálvleiki. Tað bleiv tó í so spennandi ta einu løtuna móti endanum - Neistin spældi verjuna hjá okkum sundur og fekk skjótt minkað um munin niður í 2 mál, 9-11. Fyrri hálvleikur endaði tó 9-12.

Fyri at siga tað stutt - seinna hálvleik vunnu vit stórt við 12 málum fleiri enn Neistin, tí dysturin endaði við ongum minni enn 18-30. Sigur og skrivar átjan-tríati!

Ári stóð í málinum hjá okkum fyri tað mesta, og tað var ikki smávegis av skotum, sum hann tók í kvøld.

Hjá Neistanum har aftur í móti riggaði sera illa. Gaman í tóku málverjarnir nokk so fitt, men einsamallir vinna teir ongan dyst. Tá so álopið ikki virkaði so væl, okkara verja stóð stinn, og skotini hjá teimum vóru skeiv, so bleiv tað ikki til annað enn tað sama.

Jan Sørensen skrivar eina dystarfrásøgn í morgin. Tá fáa vit nokk meira av vita um reytt kort, um til tíðír hart spæl, um álopini hjá Halli, um Hans Kára og alt møguligt annað. Og tá koma eisini  fleiri myndir í myndasavnið.

Nú hevur H71 í AA-deildini 10 stig eins og VÍF. Og tað eru júst teir gulu úr Vestmanna, sum eru okkara næsta mótstøðulið. Tann dysturin verður spældur í Hoyvíkshøllini sunnudagin 16. november.

Dómaraseðil

<!--@News:title-->


Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com