mikudagur, 12. november 2014

80'ini umaftur aftur á skránni


Skrivað hevur: Anfinnur Hovgaard

Faldarin í sambandi við AA-heimadystin móti VÍF er komin.

Hetta er faldari nummar 4 hetta kappingarárið.

Tú kanst lesa um eina uppboðssølu, um tiltakið 80'ini umaftur og um U8-kappingina, sum var í Hoyvíkshøllini fyrst í hesum mánaðinum.

Gunnar Djurhuus hevur skrivað oddagrein um tað, at H71 er størsta hondbóltsfelag í landinum og ymiskt rundan um tað evnið.

Grein er um 21 ára gamla Kyndla-leikaran Jóhan á Plógv, sum fylgdi dreymi sínum og í dag spælir hondbólt í bestu donsku deildini.

Hetta og ymiskt annað kanst tú lesa um í nýggjasta faldaranum.

Faldarin verður sum vant borðin út í Hoyvík í hesari vikuni.

Um tú ikki kanst bíða, ella tú ikki býr í Hoyvík og sostatt ikki fært faldaran í postkassan, so eru ráð fyri tí:
Faldarar leikárið 2014/2015 kanst tú síggja og lesa her.
Hendan nýggjasta faldaran kanst tú taka niður her.

Kanska hittast vit til dyst í Hoyvíkshøllini sunnudagin...  ;)



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com