17. november 2014

Toppdysturin endaði við teprum sigri til VÍF


H71 – VÍF: 24-27 (11-11)


Skrivað hevur: Jan Sørensen

Myndir: Jan Sørensen

At menn meta málmannin góðan, tekur helst eitt sindur av gramleikanum at royna seg

Fyrsti veruligi toppdysturin í hesum kappingarárinum endaði við einum teprum sigri til gestirnar úr Vestmanna. Ein tættur dystur í allar mátar, og munurin var eingin, tó so at tá tað var greitt, at dysturin var avgjørdur, komu tvey løtt mál afturat vinnaramálinum, soleiðis at dysturin endaði við, at VÍF vann dystin við trimum málum.
 

Dystargongd

Dysturin var avbera javnur frá byrjan til enda. Allan fyrra hálvleik var bert eitt mál á muni, og við hálvleik stóð 11-11 á talvuni. Seinni hálvleikur var eisini javnur, men nú gloppaði eitt sindur meiri, upp í tvey mál kundu vera á muni, áðrenn tað gjørdist javnt aftur. Um miðjan seinna hálvleik sást, at dysturin var dottin eitt vet til vestmenningar, tí tað gekk teimum líkasum eitt sindur betur. Hetta var eisini tann munurin, ið at enda gav VÍF tey tvey stigini.

Hetta var toppdystur, tað sást. Bæði liðini kendu týdningin, og fyrstu løtuna gekk onki hjá hvørgum liði. Tað gingu 6 minuttir, áðrenn H71 skeyt fyrsta málið í dystinum.

Strategiska uppleggið hjá H71 var tað sama sum til fyrra dystin. Krútsterka verju og at lata Filip spæla leysan í fyrra hálvleiki við einum framskotnum Hans Kára at byrgja fyri, fyri síðan at seta fulla mansverju á Filip í seinna hálvleiki. Hann skoraði 4 mál í fyrra og tvey í seinna, men fyrstu løtuna í seinna hálvleiki sást ein farri av ráðaloysi í álopinum hjá VÍF. Tó ikki meira enn at teir skjótt funnu stevið, og nú var tað ikki Filip, sum hótti, men serliga Áki Egilsnes, ið við fullari ferð lættliga sendi serstakliga neyv krossskot í kassan, uttan møguleika hjá málmonnunum at bjarga. Heini Hanusson, sum at kalla bert er inni til verjukendar uppgávur, lat seg nakrar ferðir freista at fara fram, har hann leikandi lætt setti bóltin í netið. Hetta tók líkasum burtur tað effektiva av at mansverja Filip. Annars var mesti ágangurin av høgra bakki.

Í undanfarnu dystum hava málmenninir staðið ótrúliga væl, og tað er ikki at taka munnin ov fullan at siga, at teir hava átt ein heilt stóran lut í framgongdini hjá H71. Soleiðis var ikki í dag. Hvørki Hanus ella Ári megnaðu at gera nakað serligt, hetta sást eisini á mongu skiftunum. Hví hetta var so, er ilt at meta um. Var tað tí at verjan var heldur minni effektiv í dag í mun til hinar dystirnar, ella var tað ein samanrenning av hesum og teirri sannroynd, at VÍF hevur fleiri góða skjúttar (Filip, Heini og Áki).

Hinumegin stóð ein avbera góður málmaður (Niclas Simonsen ?), og tað gjørdi sítt til, at VÍF í dag stóð seg betur enn H71. Hetta at menn meta málmannin góðan, tekur helst eitt sindur av gramleikanum at royna seg. Spælið hjá H71 var ov nógv skipað um miðjuna, og alt annað líka so er altíð betur at spreiða spælið.

VÍF var, sum so, ikki betur enn H71, men teir høvdu eitt sindur meir av grammleika. Er man grammur ein heilan dyst á tamb, so eigur grammleikin eisini at síggjast aftur. Hetta sóu vit í dag, tí hetta var tann munurin, ið var.

Dysturin hevði sera stóran týdning, ikki bara fyri at liggja væl fyri á stigatalvuni, men eisini í innanhýsis uppgerðunum, VÍF hevur nú vunnið tveir av teimum íalt fýra, sum skulu spælast, og um stigini gerast tey somu, so telja innanhýsis dystir meiri enn málini. Men enn er langt á mál, og enn er nógv, sum kann gerast betri. Arbeiða vit líka so miðvíst sum higartil, so kann ikki annað enn fara at ganga væl. Drívið á dreingir.

Dómaraseðil.

<!--@News:title-->


Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 ad@lawfirm.fo
  René Dahl Olesen   235930 renedahlolesen@gmail.com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 emys@olivant.fo
  Sonja Mørkøre   223663 sonjamorkore@gMail.com
  Ivan Fossabrúgv   239611 ifossabrugv@gMail.com
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 ann-mari@olivant.fo
  Símun Poulsen   517220 simun@vh.fo
  Eyðun Joensen   792640 eyjo@taks.fo
  Annika á Steig Egholm   581319 annikasteig@hotmail.com
         
  Ábyrgd av heimasíðu      
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 ann-mari@olivant.fo