mikudagur, 19. november 2014
Toppdysturin sunnudagin vísti, at VÍF er vetið frammanfyri okkum og hini liðini. So mikið er greitt. Soleiðis akkurát.
Men og men. Vit tosa ikki nógvir sentimetrar, og menningarmøguleikarnir hjá hesum gávaða H71-hópi eru kanska betri enn teir hjá vestmenningum, skuldu liðini enda í eini fantastiskari FM-finalu í apríl næsta ár.
Tað ræður jú um at toppa til røttu tíð. Nakað, vestmenningar í nógv ár nú hava útmerkað seg í ikki at gjørt.
Hinvegin, hesir sentimetrar koma ikki at hava nakað at siga, um ikki vit koma í hesa vælsignaðu FM-finalu. Sum sagt so ofta fyrr: páskir uttan H71 sokkar! Tað tíma vit snøgt sagt ikki. Ókey, roastbeefurin smakkaði væl í vár, men ikki at hava hondbóltin við síðuna av at gleða seg til, nei, tað dugir ikki.
Nei, H71 er endað í Tungvektaralandi. So nú er at bera seg at hareftir. Ja, tað eigur at vera eins natúrligt at síggja svørtu maskinuna í finalum sum mandarinur í desember. Slutt-prutt við undirspæli og góðtaka okkara leiklut sum Føroya størsta hondbóltsfelag: "Vit eru H71, og tí vinna vit"!
So, hasir sentimetrarnir gera litlan mun um ikki vit koma í hasa finaluna. Til tað skal hasin neyðugi grammleikin til. Hungurin. Hetta, at varðveita neyðuga konsentrasjón, traðka í karakter í toppløtum í toppdystum og, bókstavliga, blaka seg eftir mestsum ómøguligum bóltum--nakað sum Helgi gjørdi í endaminuttunum sunnudagin.
Dugnin er har, royndirnar í ein ávísan mun eisini, vinnarahugburðurin á heilt góðari leið hjá teim flestu. Men, í álvara!, fyri veruliga at gera um seg, at profilera seg fyri liðið, er neyðugt við fleiri generalum á vøllinum í totalt avgerandi løtum.
Fleiri enn bara Marcher og Biskopstø. Minni fokus á persónligan upphitingartónleik og meiri á innsats og substans í dysti. Tá fríir, tá skorar tú. Tá ein til ein, tá setur tú hann av. Og í verjustøðu eigur jarntjaldið at blikna í mun til tann verjugarð, vit bjóða teimum, ið ditta sær so mikið sum at royna at skora ímóti okkum.
Tað er hesin hugburður, sum fer at gera tað møguligt at vinna á vindorkuni í kvøld. Einki minni ger tað. Kyndil eru bara trý stig frammanfyri okkum á einum triðja plássi. Men at havnarmenn missa tvey stig um ikki solongi, má ikki virka sum nakar koddi; eiheldur tað, at vit hava ein dyst til góðar í mun til teir.
Eg veit ikki, hvussu tað er við tær, men tað er miðvikukvøld, so tað er tíð at fáa sær ein líkinda nátturðabita og eitt glas av tí reyða at lætta um sodningina. Gleði meg longu nú til ein túr í Bónus seinnapartin. Alt ein perfekt fyrireiking til framúr hondbóltskvøld, hugsi eg.
Hjá mær er tað ein deiligur spákingartúrur niðan eftir Hoyvíksvegnum í kvøld, áðrenn eg snúgvi til vinstru inn í fíggindaland. Eg eri bert viðhaldsfólk hesa løtuna, men eg eri so nógv í militant-mode. at eg fái vinir eins lætt og vatn frystir í gosfjalli.
So, pliiis, ikki fokka upp mítt kvøld, men stríðist sum galt tað lívið fyri tykkara trúgva fjepparaskara, fyri felagnum, fyri H71.
Framtíðin er svørt, so kolasvørt!!!!!!!!!!!!!!!!!!!!!!!!!
1. apríl
26. mars
15. februar
12. oktober
11. oktober
9. oktober
1. oktober
4. september
29. august
Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík
Nevnd | ||||
Anna Dam | Forkvinna | 519082 | AnnahDam@iCloud.Com | |
René Dahl Olesen | 235930 | ReneDahlOlesen@gMail.Com | ||
Emy Sólvitsdóttir | 513769 | EmyS@Olivant.Fo | ||
Ann-Mari B. Mouritsen | 214452 | Ann-Mari@Olivant.Fo | ||
Símun Poulsen | 517220 | Simun@vh.Fo | ||
Eyðun Joensen | 792640 | EyJo@Taks.Fo | ||
Jóhan Lamhauge | 521975 | Lamhauge@HotMail.Com | ||
Alfred Jacobsen | 723700 | AlfredJacobsen@gMail.Com | ||
Beinta Fossadal | 288913 | BeintaFossadal@Hotmail.Com | ||
Ann-Mari B. Mouritsen | Heimasíða | 214452 | Ann-Mari@Olivant.Fo | |
Djóni Gaard Joensenn | Samskipari | 504488 | H71Umsiting@gMail.com |