leygardagur, 20. apríl 2013
Vit komu í FM-finluna!
Við 12 frálíkum málum skeyt Bogdan okkum bókstavliga í finaluna, tá H71 í endaspurtinum, í einum
annars jøvnum dysti, við gestunum stavnin frammanfyri allan dystin, at enda vann 24-22. Sigurin
tryggjaði okkum seinna plássið í finaluni, sum verður spæld móti KÍF í næstu viku.
Undan dystinum var støðan tann at VÍF skuldi vinna fyri at koma í finaluna, og tí var lagt upp til eina
rimmar undanfinalu. Høllin var stúgvandi full av viðhaldsfólkum og stemningurin var góður.
Bæði liðini byrjaðu trilvandi, nervar vóru sjónliga hjá leikarum á báðum liðum. Nógvir feilir og góðir
málmenn. Hetta sást á máltalvuni, 14 min. leiktir og støðan bert 3-3. So við og við gekk betur, og
eftir eina javna gongd hjá báðum liðum, tók at dragna hjá H71. Tó ikki meiri enn at bert eitt mál var á
muni við steðgin. Støðan var 10-9 til VÍF.
Gestirnir byrjaðu við álopi í øðrum hálvleiki, og løgdu seg tvey mál framum. Hesi tvey málini vóru á
muni ein góða løtu, til VÍF í 48. min. økti til 17-14. Tað sá onki serligt út, tí VÍF hevði støðugt hildið
leiðsluna, og nú vóru trý mál á muni og bert 12 min. eftir at leika. Hvussu var og ikki, so fór munurin
at minka, og tá bert 4 min. vóru eftir var javnleikur, 21-21. VÍF økti til 22-21 beinanveg, men síðan
fingu teir ikki fleiri mál, meðan H71 skoraði tríggja ferðir, og vann so statt dystin við tveimum málum,
24-22.
Stutt sagt kunnu vit siga, at um ikki Bogdan hevði verið so óvanliga væl upplagdur, so høvdu vit
ikki vunnið. Í álopspartinum manglaði í hjá teimum flestu. Tíbetur kompenseraði Bogdan fyri øllum
hesum, og bumbaði sigurin í hús. Hann skeyt 12 mál, og vit kunnu siga, at tað lá so mikið væl fyri , at
bóltarnir fóru inn uppá allar mátar, bara hann kastaði uppá mál.
Verjan stóð harímóti slett ikki so galið, tað var í verjuni vit vunnu dystin. Vit royndu aftur ymiskar
verjuhættir, og ímóti endanum eina reiðiliga offensiva verju, sum eydnaðist somikið væl, at
gestaálopið at kalla fór í upploysn. Málverjarnir stóðu eisini væl.
Eisini hjá gestunum var verjan betri enn álopið. Teir koyra við eini flatari verju við Bári Brimvík
og Sámali Joensen mitt fyri, og teir eru ringir at koma framvið. Okkara málmenn stóðu væl, men
tað gjørdi Eli í Vestmannamálinum eisini. Uttan Bogdan hevði verið ring at komi ígjøgnum, tí flestu
av okkara monnum eru heldur lágvaksnir og skulu hava meiri pláss. Tað kann undra at tað ikki kom
meiri burturúr í dag, har eru menn sum Sámal, Filip, Magnus og Regin, allir góðir skjúttar, men hesir
skutu bara 7 mál tilsamans. Filip kann einsamallur skjóta eini 10-12 mál, men var ikki at kenna aftur
í dag. Betur lá fyri hjá Sjúrða Poulsen, sum var ein støðug hóttan á vinstra vongi, og Agnar er altíð
vandamikil, hann skoraði 4 ferðir.
Samuntikið er til at siga at VÍF misti á stokkinum. Vit spældu ikki væl í dag, og gestirnir eru
sjálvsagt ikki nøgdir við síni avrik. Hjá okkum var verjan ok, meðan álopið eigur at verða væl betur
enn í dag. Kortini vinna vit, og tað er har vit eru sterkir. H71 er best undir pressi, tá onki er at geva
av, og uppgávan er greið. Vit vinna dystin í teimum seinastu 10 minuttunum við at verjan táttar í
samstundis sum álopið raknar við.
Men hvat var tað sum hendi hjá gestunum. Bæði Filip og Sámal vóru uttanfyri stóran part av
dystinum, meðan Bogdan fær frið at stórspæla okkum til sigurs. Hví var ongin settur á Bogdan tá
hann so sjónliga var størsta hóttanin móti VÍF allan dystin á tamb? Hetta er ilt at meta um, og í
Vestmanna hava tey góða tíð at reflektera um hvat kundi verið gjørt annarleiðis í dag.
Finalan: verður spæld í komandi viku. KÍF hevur langt síðan tryggjað sær tað fyrra plássið, meðan vit
í dag spældu okkum til tað seinna. Fyrri dysturin verður mikukvøldið í Hoyvíkshøllini og tann seinni
leygardagin í Kollafirði. Eftir dystirnar í fjør var sagt at hetta ongantíð aftur fór at koma fyri, tí at
finalan hevði verðið so jøvn og so spennandi, at hetta ikki kundi endurtakast. Lat okkum nú síggja.
Dómaraseðil
1. apríl
26. mars
15. februar
12. oktober
11. oktober
9. oktober
1. oktober
4. september
29. august
Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík
Nevnd | ||||
Anna Dam | Forkvinna | 519082 | AnnahDam@iCloud.Com | |
René Dahl Olesen | 235930 | ReneDahlOlesen@gMail.Com | ||
Emy Sólvitsdóttir | 513769 | EmyS@Olivant.Fo | ||
Ann-Mari B. Mouritsen | 214452 | Ann-Mari@Olivant.Fo | ||
Símun Poulsen | 517220 | Simun@vh.Fo | ||
Eyðun Joensen | 792640 | EyJo@Taks.Fo | ||
Jóhan Lamhauge | 521975 | Lamhauge@HotMail.Com | ||
Alfred Jacobsen | 723700 | AlfredJacobsen@gMail.Com | ||
Beinta Fossadal | 288913 | BeintaFossadal@Hotmail.Com | ||
Ann-Mari B. Mouritsen | Heimasíða | 214452 | Ann-Mari@Olivant.Fo | |
Djóni Gaard Joensenn | Samskipari | 504488 | H71Umsiting@gMail.com |