sunnudagur, 30. november 2014

G14 á Liðlaðingardegi


Skrivað hevur: Agga Niclasen

Fyri góðari viku síðani skipaði høvuðsvenjari hjá Gentur 14 fyri liðlaðingardegi.

Titonnur, heimastýrisfólk, kenna henda dag kanska betri sum team-building. Og, nú vit eru í tí málpolitiska, fyraftensbajer heldur enn tess rætta navn, síðvikuøl.

Óansæð, hetta skal ikki skilja okkum. Saman við pápum og foreldrum annars, onkrum liðlaðingar-eksperti harímillum, hevði Jakob Jónsson ásett síðsta leygardag til ein dag, har genturnar skuldu royna seg sjálvar í øðrvísi umstøðum enn vanligt. Altso, testa seg aðrasteðs og á annan hátt enn á hondbóltsvøllinum.

Endamálið við slíkum átaki er sjálvsagt at knýta tær uppaftur meiri at hvørji aðrari, og eisini at binda árgangirnir í sama aldursbólki meiri. Gott hugskot, men tað krevur tíð og orku.
Og tað er júst slíkt, góð venjing, sterk leiðsla og gott bakland, ið ger teir bestu aldursbólkarnar og liðini. Og í so máta er ein liðlaðingardagur og venjingarlegur, ella bara niðurtónað hugnakvøld, eitt gott amboð.

Genturnar maldu í Hoyvíkini sum er. Á Boðanesi, í Gomlu Hoyvíkini og Hoydølum. Hetta dámar okkum væl; hetta, at gagnnýta tað staðbundna og kunna komandi ættarlið um tess kringumstøður í alsamt størri mát.

Á hvørjum posti vóru ymsar uppgávur ella setningar, ið skuldu innast. Seinni á kvøldi møttust tær heima hjá venjaranum, har damurnar fingu at eta og vinnarin bleiv kunngjørdur. Foreldrini blivu sjálvandi eisini bjóðað:) og tað varð borðreitt sum var tað til størri føðingardag... hvat tað so eisini var, tí Guðrun fylti 13 ár sama dag.

Sjá annars myndir í myndasavninum til høgru.

Koyr Á Maskinuna!!!!!!!!!!!!!!!

<!--@News:title-->


Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com