30. november 2014

So tætt við - og tó


H71 - KÍF: 26 - 26 (12 - 14)


Skrivað hevur: Anfinnur Hovgaard

Ein javnur dystur sum nokk fekk tað úrsltiið, sum hann átti at fáa.

Tað var við spenningi, at farið varð til dystin í Atlantic Airways deildini í Hoyvíkshøllin í dag. Tað hevur verið eitt sindur misjavnt hjá okkum til nú, og hjá kollfirðingum er nústaðni farið at bragda hetta leikaárið. Men hjá báðum snúði tað seg um at vinna fyri at hanga í oddaliðunum báðum, VÍF og Kyndli. Hetta var ikki júst síðsta útkall, men ein sigur vildi vera stór hjálp hjá báðum liðunum at koma fram at einum finaluplássi.

Dysturin koyrdi nakað javnt á í byrjanini av fyrra hálvleiki. Í 10. minutti var støðan 5-5, 10 minuttir seinni 10-8. Men so fóru teir reyðu í gongd, og 10 minuttir seinni var støðan koppað til 10-12. Tá høvdu teir eisini havt yvirváð í leikarum við 6 móti 4 orsakað av onkrari býttari innskifting hjá okkum. Hálvleiksstøðan bleiv 12-14.

Vit finga ta betru byrjanina upp á seinna hálvvleik, tí aftan á 10 minuttir vóru vit á odda 20-17. Tá KÍF tók timeout í 19. minutti, var støðan blivin 24-21. Hálvleikurin hevði til nú verið ferð-mikil, men hesin steðgurin viðførdi okkurt, tí beint aftan á kendist tað, sum at luftin fór úr dystinum eina løtu. Kanska serliga fyri okkara viðkomandi tí í 24. minutti var støðan 25-25. Og so gekk tað javnt á, skjótt, sera intenst og spennandi fyri bæði teir svørtu og teir reyðu áskoðararnar - men ikki nógv mál. Tá klokkan vísti tíðina 29:40 var støðan blivin 26-26. Brotskast til okkum! Í hondbólti taka vit onki fyri givið, heldur ikki eitt brotskast. Og frálíki málverjin hjá kollfirðingum, Kristofer Karlsson, endaði eisini dystin við at bjarga brotskastinum hjá Halli Biskupstø. Ein keðiligur endi hjá Halli, sum annars við fleiri av sínum bombastisku álopum var einum av teimum heilt góðu á liðnum hjá okkum í dag.

Sigurin glapp okkum av hondum. Ella var tað heldur kollfirðingar, sum mistu sigurin á stokkinum? Torført at siga, tí talan var í dag um tvey jøvn lið, bæði tvey við góðum málverjum, bæði við verjum sum vóru ringar at koma ígjøgnum - tó at tær tíl tíðir høvdu "opið hús". Og álopini vóru ókey, tóat tey høvdu trupult at koma fram við verjunum og meira enn eina ferð lorkaðu bóltin burtur.

Tað var tætt við ein sigur. Bæði hjá okkum og hjá teimum. Men hetta er so ikki eitt úrslit, sum nakað av liðunum kann brúka til nakað serligt, tá ræður um finalupláss.


Hin AA-dysturin í dag millum VÍF og Kyndil endaði 26-23, so nú eru vestmenningarnir á odda við 18 stigum fyri sínar 9 sigrar í 10 dystum. Støða og úrslit í Atlantic Airways deildini eru her á Úrslitatænastuni.

Næsti AA-dystur hjá okkum verður fríggjakvøldið í Klaksvík.



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 ad@lawfirm.fo
  René Dahl Olesen   235930 renedahlolesen@gmail.com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 emys@olivant.fo
  Sonja Mørkøre   223663 sonjamorkore@gMail.com
  Ivan Fossabrúgv   239611 ifossabrugv@gMail.com
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 ann-mari@olivant.fo
  Símun Poulsen   517220 simun@vh.fo
  Eyðun Joensen   792640 eyjo@taks.fo
  Annika á Steig Egholm   581319 annikasteig@hotmail.com
         
  Ábyrgd av heimasíðu      
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 ann-mari@olivant.fo