22. apríl 2013

Akslaskaðar


Skrivað hevur: Sigrun Danielsen, Effekt

Tað skerst ikki burtur, at skaðar, og kanska serliga akslaskaðar, eru ein stórur partur av hondbóltsverðini hjá íðkandi. Tíverri.

Av hesum hevur Sigrun Danielsen frá Effekt verið so beinasom og skrivað nakað um fyribyrging av júst hesum skaða.

Vit lata orðið til Sigruna...

Økslin er okkara mest útsetta lið, tí vit hava so stóran rørslumøguleika í økslini. Í mun til knø, ið einans kunnu boyggjast og strekkjast, kann økslin liðast allan vegin runt. Liðskálin er lítil, so stabiliteturin er bert tryggjaður við vøddum. Umráðandi er, at hesir vøddar eru nóg sterkir.
Í hondbólti, sum er kontaktítróttur, er støðugt vandi fyri at fáa akslaskaðar.

Vanligir akslaskaðar eru :

  • óstbeinsbrot
  • skaði í liðnum ímillum óstbein og herðablað
  • øksl úr lið framman (95%)
  • fipurspreingingar / slit av rotatorcuffvøddum (stabiliserandi akslavøddum)
  • brot
  • økslin úr lið aftantil (5%)
  • nervarótsskaðar.


Teir vanligu kronisku akslaskaðarnir eru: *instabilitetur eftir skaðar (øksl farin úr lið áður)

  • labrumskaði (skaði á meniskin á økslini)
  • multidirektionellur instabilitetur (vanligur eftir nógvar skaðar, har liðkapsil og liðbond eru úttambað. Økslin hevur vanliga ikki verið úr lið)
  • impingement (stabiliserandi vøddarnir eru irriteraðir, slitnir og hovnir og koma tí at fylla meira undir óstbeininum. Harvið klemmast teir, tá armurin verður lyftur. Sæst oftast hjá *fólki yvir 40 ár)
  • rotatorcuffrupturur
  • økslin farin úr lið aftantil
  • frozen shoulder (sjáldsamt, tekur vanliga langa tíð og viðgerð hjálpir ikki. Sera lítil rørsla av armi gjørlig, tá ein hevur frozen shoulder).
  • Tá ein skaði hendir ella ein fær pínu í økslina, er umráðandi við neyvari kanning, so ein kann taka røttu atlit til trupulleikan.


Ein og hvør skaði viðførir dysfunktión, sum kann gera skaðan meira umfatandi. Tí er umráðandi, at leikari, ið verður skaddur, fær eina individult tilpassaða venjingarskrá til tess at normalisera funktiónina í økslini.

Tað er avgerandi fyri akslafunktiónina, at liðhøvdið er sentrerað í síni skál. Hetta gerst við at hava vælvandar rotatorcuffvøddar. Hesir vøddar eru liðnærir og onkur roterar økslina inneftir og onkrir rotera økslina úteftir, men teir eru sera tíðandi stabilisatorar, ið gera at økslin kann liðast allar vegir, uttan at nakað kemur í klemmu ella at liðhøvdið forskjýtur seg, m.a. upp ímóti óstbeininum.

Tað er ikki nóg mikið einans at stabilisera liðhøvdið í skálini. Eisini er neyðugt at herðablaðið er stabilserað og kontrollerað. Her skulu eisini venjingar gerast.

Venjingarnar verða útførdar ymiskt alt eftir hvat ein ynskir at uppnáa.

  • sirkulatión og rørsla: lætta mótstøðu og nógvar rørslur
  • styrkisøking: upptil seks ferðir við mestu vekt
  • rørsluøking: úttamban og strekk
  • stabilisera: spenna bæði í neutralstøðu og ytrustøðu, soleiðis at rørslan verður kontrollerað
  • plyometrisk venjing: skjótt skifti ímillum eksentriska og konsentriska venjing (vøddar ið arbeiða lutfallsliga tá teir styttast og leingjast )


Í síðstu fasu av uppvenjingini er umráðandi at leggja meira dent á ítróttarspesifikka venjing. Tá skal samanberast við frísku síðu fyri at vita, um leikarin er klárur. Dystarstøður skulu roynast í venjing áðrenn dystur kann spælast.

Tað er umráðandi at fyribyrgja, at ein ikki verður skaddur í økslini aftur. Eru strukturarnir lektir og styrktir, armurin hevur normala rørslu (humeroscapulera rytmu) og rørslan er normal aftur, er klárt at spæla aftur.

Tann størsta uppvenjingaravbjóðingin er instabilitetur. Har er umráðandi at hava í huga, at leikararnir kunnu vera sera sterkir í stórum rørsluvøddum, sum m.latissimus dorsi og m.pectoralis major. Tí er umráðandi, at rotatorcuffvøddarnir (stabilisatorarnir) eru samsvarandi sterkir.

 

Her eru tvey leinki til góðar akslavenjingar:

Leinkja 1

Leinkja 2 (pdf-dokument)
 

Og her eru nakrar akslavenjingar, sum Sigrun viðmælir.



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 ad@lawfirm.fo
  René Dahl Olesen   235930 renedahlolesen@gmail.com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 emys@olivant.fo
  Sonja Mørkøre   223663 sonjamorkore@gMail.com
  Ivan Fossabrúgv   239611 ifossabrugv@gMail.com
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 ann-mari@olivant.fo
  Símun Poulsen   517220 simun@vh.fo
  Eyðun Joensen   792640 eyjo@taks.fo
  Annika á Steig Egholm   581319 annikasteig@hotmail.com
         
  Ábyrgd av heimasíðu      
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 ann-mari@olivant.fo