mánadagur, 22. apríl 2013

Finalurnar 2013


Skrivað hevur: Áki Mørk, venjari Neistans

Myndagerð: Heini Festirstein

Áki Mørk hugleiðar um komandi FM-finaludystirnar

H71 og KÍF eru aftur í finalunum hetta kappingarárið. Í fjør sóu vit tríggjar sera spennandi og dramatiskar finalur millum júst hesi liðini. Tá var sera gott undirhald, og eisini sera góð reklama fyri føroyskan hondbólt.
Munnu vit fara at fáa líka spennandi finalur í ár? Eg ivist.
Eg skal royna at seta nøkur orð saman um hesi bæði liðini, sum endaðu ímillum top 2 í ár. Hetta verður sagt útfrá mínum royndum at leika ímóti teimum í ár við Neistanum.
 

KÍF

Einasta liðið, ið Neistin hetta kappingarárið ikki fekk stig ímóti, var KÍF. Kanska er orsøkin til tess tann, at KÍF hevur tapt nakrar finalur ímóti Neistanum seinastu árini, og hava tí evnað sær ein vilja at vinna í móti Neistanum hvørja ferð. Men sum eg síggi tað, so haldi eg, at KÍF hevur eitt lið, sum er sera væl samansett, við nógvum streingjum at spæla uppá, og júst tí eru teir tað liðið, sum hevur verið truplast at verja fyri. Skal man mansverja? Hvønn skal man mansverja? Skal man verja flatt ella ikki?
KÌF hevur havt eina grundstammu av leikarum í nøkur ár eftirhondini, og hetta hevur givið teimum eina góða tyngd/tryggleika. Tá ið so menn sum Hans Eli og Niclas Selvig eru komnir afturat, hevur hetta givið teimum kanska júst røttu samansetingina.
Álopið hjá KÍF hevur:
Rúna á vinstavongi, sum kann spæla hinar upp, og hevur verið tryggur skýtti seinastu tíðina. Pól Finnur kann koma inn á vinstravongin, hann er enn ein evnaríkur leikari úr Kollafirði.
Á vinstra bakki er Hans Eli. Hann hevur spælt har í alt ár bæði á AA liðnum og 1.deildar liðnum. Hann manglar ikki dystarvenjing, og neyvan verður tað nakar, ið tekur hansara pláss. Hans Eli hevur í ár verið sera eyðsýndur. Gjøgnumbrots-sterkur, kvikur, spælir hinar upp, skýtur... you name it. Kanska ársins leikari.
Á miðjuni er spælstýrarin, og hjá KÍF hevur tað verið Ási. Ási er enn ein kandidatur á KÍF liðnum til ársins leikara.
Høgribakkur er lokomotivið úr Sandavági, Andreas. Andreas hevur havt enn eitt gott kappingarár við KÍF. Við sínum “no guts no glory” hugburði, hevur Andreas ofta verið munurin, tá ið á stendur. Hetta sóu vit millum annað í steypafinaluni.
Á høgravongi er Selvig, sum við sínum dundurskoti er enn ein kandidatur til ársinsleikara. Í spælistíli minnir hann ikki sørt um David Edvardsen, sum hevði nøkur sera góð ár á Neistaliðnum.
Á strikuni hava vit so Tony, sum eisini hevur havt eitt óvanliga gott kappingarár í álopinum.
Tá ið vit so hugsa um verjuna, tá venda vit aftur til grundstammuna. Tá eru tað við Weyhe brøðrunum á odda, at KÍF tippir hvørt holið. Og um tað ikki verður tipt, so stendur ein av trimum sera góðum málverjum fyri. Kanska fyrst og fremst Óli Kristian, sum, eftir nøkur ár millum stengurnar, leingist rættiliga illa eftir einum FM heiti.
KÍF hevur kvalitet og kvantitet, og hetta skal Jacob Jónsson stýra á bonkinum. Í steypafinuluni megnaðu kollfirðingar at venda ringu gongdini seinastu árini, tá teir bara hava tapt finalur. Megna teir at hevna svára tapið í fjør? Eftir mínari hugsan og royndum gjøgnum hetta árið, so vænti eg, at teir megna tað.
 

H71

Hetta kappingarárið hevur verið sera spennadi at spælt ímóti H71. So at siga allir dystirnir hjá okkum í Neistanum ímóti hoyvíkingum hava verið púra javnir, og eru ikki avgjørdir fyrr enn í síðsta minutti.
Tá vit hava leikt ímóti H71, hevur ætlanin fyri dagin verið sera greið: Steðgið Bogdan, og standið inni fyri rest. Hetta hevur eydnast sera væl, og um H71 skal gera sær nakrar vónir um at gera nakað við KÍF, so vera aðrir noyddir at taka ábyrgd. OK, tað kann væl vera, at Neistaliðið liggur betur til H71 enn KÍF, men tá ið vit hugsa um hæddina á leikarunum, so eru kollfirðingar og hoyvíkingar javnir á vøkstri, men í mun til H71, so spælir KÍF skjótari álopspæl.

Men tá ið tað er sagt, so haldi eg, at hoyvíkingar hava ein bólk av leikarum, sum avgjørt kunnu spæla góðan og undirhaldandi hondbólt. Í H71 eru nógvir ungir og evnaríkir leikarar. Ein er Bogi Davidsen á vinstravongi, sum hevur havt eitt sera gott kappingarár, og hevur verið tryggur skýtti.
Rógvi Sørensen stýrir spælinum sera væl, og hevur sera nógv at siga fyri liðið. Spælir Rógvi væl, so spælir H71 væl, tí er Rógvi eisini ein kandidatur til ársinsleikara. H71 er jú í finaluni.
Rúni Højgaard kann gerast ein sokallaður jokari í finalunum. Evnini hevur hann sum fáur, og rakar hann dagin, so er hetta avgjørt til fyrimun fyri Hoyvík.
Hans Kári hevur verið ein góður styrkur fyri liðið, síðan hann kom við eftir fótbóltsævintýr.
2 x Sigmundur eru báðir sera raskir. Annar í verjuni, hin í álopinum.
Ári hevur rætta hugburðin til at fight’a seg til sigurs.
Niels Viggo hevur styrkt munandi um verjupartin og kontrafasuna.
Men avgjørdu týdningarmiklastu leikararnir eru Bogdan í álopinum við sínum knallhørðu skotum og málmennirnir báðir.
Ári, sum hoyvíkingar hava lánt frá Neistanum, hevur eginleikan at steingja málið, og tað hevur hann fyrr gjørt ímóti júst KÍF, tá tað var brúk fyri tí.
Tóraldur hevur somuleiðis havt eitt sera gott kappingarár, og er avgjørt ein kandidatur til ársins málmann.

Spurningurin er, um Petur Mittún á síðulinjuni klárar at seta menninar upp til finaluna. Sjálvandi ger hann tað. Men koma skaðarnir hjá Poul Kjartani og Halli at hava ov stóra ávirkan? Teir høvdu verið góðir at havt. Kemur Petur at standa einsamallur við ábyrgdini, tí hjálparvenjarin er inni á vøllinum?

Ilt er at spáa um dystirnar. KÍF er favorittur, tað sleppa teir ikki undan, men H71 hevur vunnið á kollfirðingum fyrr í ár, so hví ikki einaferð enn ella tvær ferð?
Verða tað kollfirðingarnir Andreas og Niclas ella hoyvíkingarnir Bogdan og Agga Niclasen, sum strúka avstað við gullinum? Vit eru øll spent, og vit vóna undirhald fyri allar pengarnar.

Góðar dystir!



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Petur Skeel Dahl   210135 PeturSD@Olivant.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com