mánadagur, 5. januar 2015

H71 væl umboðað


Skrivað hevur: Agga Niclasen

Mynd: hsf.fo

9. januar skal u21-landsliðið hjá monnum spæla HM-undandyst í Grikkalandi

Spælt verður í evarska lítla býnum Nea Kios nakað vestanfyri Athen.

Fríggjadagin kl. 18 spæla vit ímóti vertslandinum, og dagin eftir er tað Serbia, sum skal føroyska kraft og vilja. Eisini hesin dystur er kl. 18.

Til uppgávuna hava Kári Nielsen og Birgir Hansen, báðir fyrrverandi høvuðsvenjarir hjá H71, úttikið 15 leikarar, har H71 eigur ein knappan triðing.

Teir eru Tóraldur Kollsker, Pætur Thomsen, Helgi Hoydal og Tróndur Arge.

Ivaleyst kundi onkur annar, harímillum Jónas G. Djurhuus og Hilmar Leon Jakobsen, eisini verið við. Men fyrstnevndi er skaddur, og hevur verið tað síðani kappingarbyrjan, meðan hin kanska enn er dekan ungur.

Men við fýra H71arum er felagið tó væl umboðað, og vit ynskja teimum alt tað besta á meginlandinum.


 



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com