mánadagur, 22. apríl 2013

Tað verður heldur fyrstu ferð hjá KÍF enn triðju ferð hjá H71


Skrivað hevur: Agga Niclasen

- men pressið er aleina teirra...

Á onkrum øki hevði verið frægari at tapt handa dystin leygardagin ímóti VÍF, finaluna fyri at koma í finaluna.

Hetta, at fáa hjartað í góman upp í fleiri ferðir innan 60 minuttir, er strævið. Forbiið strævið. Og hóast tað treyðugt verður so spennandi ímóti KÍF í hesi vikuni, til FM-finalurnar 2013, og als ikki so spennandi sum í fjør—til tað er teirra botnstøði ov høgt—so vil eitthvørt spennningsmoment væl taka seg upp innan samfullar 120 minuttir.

Men vit fáa so tveir dystir. Fyrsti er longu mikukvøldið kl. 20. Og um vit við lummalykt skulu leita eftir onkrum fyrimuni, tá er tað væl tað, at vit hava minst líka góðar ella gávuríkar spælarar sum kollfirðingar... og teir blíva við at koma uppígjøgnum ungdómspartin, hvat altíð er ein uggi, sum silvur starir teg í gronina.

Ein annar fyrimunur, tó lítil, er at H71arnir fingu so skarpan gang ímóti teim blágulu. Vit vóru góðir í verju, góðir í málinum, men undantikið ein hestaskjótandi Florea, var álopið eins hóttandi og ein gongutúrur á Vaglinum í Sørvági ein síðsummarmorgun.

Men fyri tað vunnu vit hóast at hava ligið aftanfyri mestsum allan dystin. Hetta vitnar um vinnaramentalitet, ið vil nakað. Felagið sum heild hevur ognað sær ein slíkan, og var tað ein sovorðin ein, Kári Nielsen og Birgir Hansen í 2007 sóknaðust eftir, vildu hava og eisini skaffaðu okkum sum svørt venjaragreipa!

Tað hevði tó verið óerligt prát at hevdað, at vit hava nakan stórvegis kjans ímóti einum, til tíðir, rættiliga buldurskendum KÍF-liði. Liðið hevur, sum sagt, eitt dekan hægri botnniveau enn vit hava; KÍF-hópurin er jú óbroyttur frá í fjør, og hevur verið tann sami í eitt ávíst áramál, meðan okkara hevur verið fyri støðugari útskifting.

So kollfirðingar eru toppgreiðir favorittar. Eisini hava teir statistikkin á síni síðu, tí tað hevði væl verið eindømi at, sum KÍF, enda í trimum nærum fylgjandi FM-finalum, og so tapa allar. Tað er ikki hent fyrr, hugsi eg, og nøkur FM-søga verður neyvan umskrivað á hesum sinni.

Tað afturat er tað ikki fyri onki, at KÍF skaffaði sær seks fleiri stig í AA-skjáttuna enn vit. Teir eru best. Og tað vita teir. Og vit.

Hinvegin, at enda sum nummar eitt uttan at blíva meistari, er nakað, sum fleiri lið seinnu árini hava roynt. StÍF og VÍF í ’08 og ’09. KÍF í fjør.

Kollfirðingar kunnu valla loyva sær at tapa enn eina FM-finalu. Aldri fyrr hava teir vunnið, men eg og onnur trúgva ikki, at hetta fer at darva teimum við tí úrsliti, at teir loksins enda við gulli, og ikki silvuri, um nakkan. KÍFarnir eru raskir og venja sum fáir, veit eg, og hartil eru teir farnir at spæla skikkaðan hondbólt. Fínan hondbólt.

Innast inni vita kollfirðingar, at tað má vera í ár. Og, so merkverdugt sum tað kanska ljóðar, tá tykist sum um, at teir trívast í hesi vitan. Ongin panikur, onki uppfarilsi um nakað, bara spitarin í botn.

Tað er í ár, sigi eg, tí tað ber ikki til, at tað bara eru øll hini, øll hini liðini, ið missa leikarar í lestrarørindum, tí okkra fólkavaldu ikki fáa fingurin úr armholuni og investera í eitt haldgott universitetsumhvørvi við tí deiligu fylgju, at okkara ungu ikki neyðturviliga skulu av landinum fyri at sleppa undan at vera betragtað sum taparir. Eg meini, ímynda tær, um danir fingu at vita, at teirra átjan ára gomlu máttu av landinum at nema sær akademiskan kunnleika: “Tit, forrestin, ein broyting, frá nú av er ongin møguleiki fyri at verða verandi í landinum og útbúgva seg... men hey!, tit kunnu altíð fara til Dϋsseldorf.”

Við KÍF og H71 hava vit altso at gera við tveir nýggjar risar innan føroyskan mannfólkahondbólt. Har VÍF og Kyndil gjørdu klassikaran, tá ið eg var ordiliga ungur, er KÍF og H71, forstðafeløgini bæði, og sum á sinni vóru saman um sama heimavøll, tann nýggi klassikarin.

Í H71 hava vit havt ein miðvísan, men avbera—sum maðurin segði—“laxan” ella tolnan hugburð til kappingarárið, og kappingarár yvirhøvur: vit fara at royna at koma í eina av tveimum finalum, og eydnast tað, er fullgjørt.

Og hvat, píka sjey!, tað eru vit eisini, sum er óføra flott og venjaragott! Stuttligt at síggja handa eyðkenda, svartílatna, riðilin, tysja inn á vøllin eftir enn eitt dunduravrik. Seinast nú leygardagin ímóti einum liði, sum av fleiri ekspertum var mett at eiga tað eina finaluplássið, enntá saman við Kyndli, kanska StÍf, men alrahelst KÍF. H71 var so ikki umboðað í hasum favoritt-toymi... og gott tað sama.

Í ein ávísan mun handlar tað væl um at tosa tosið við onkrum, ið mest líkist totaliterum leisti. At kanna sínar dygdir og avmarkingar, og seta út í kappingarárið hereftir sum ein eind, eitt felag.

Tí fara H71arir at spæla við einum megabrosi mikukvøldið og leygardagin, huglættir og ópressaðir.

Og tað ger púrt einki, um tit, kolasvørta framtíðin og tilkomnu róparir, møta líka fólkasterk upp, rópikát og happy-clappy!

Vælkomin til dyst, vælkomin í Hoyvíkshøllina: tað ber jú til, tit... soleiðis akkurát!

Koyr á H71!!!!!!!!!!!!!!!



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com