hósdagur, 15. januar 2015

Spennandi hálvfinalur fríggjakvøldið


Fríggjakvøldsundirhald? Kom til spennandi hálvfinalur í D18.

HSF hevur ásett, at dystirnir, sum avgera, hvør kemur at leika steypafinalu á Hálsi tann 7. februar 2015 hjá D18, skulu leikast í Hoyvíkshøllini:

16. januar 2015 kl. 18:15 Kyndil – StÍF
16. januar 2015 kl. 19:30 H71 a – Neistin

Eydnast tað okkara dreingjum at tryggja sær eitt pláss í finaluni, so eu teir helst einastu leikarar, sum hava luttikið í hvørjari finalu síðani frálíka tiltakið hjá HSF við steypafinalu døgum á Hálsi byrjaði.

Okkara D18 møta uttan iva einum uppsettum Neista-liði, sum er mannað við fleiri AA leikarum. Vit eru tó eiheldur eiasør, tá tað kemur til tað, tí bæði Pætur, Hilmar Leon og Helgi eru fastur partur av besta liðnum hjá H71, eins og Ólavur, Rasmus og Djóni hava spælt við okkara 1. deildarliðið fast í ár.

Okkara dreingir hava nógv at liva upp til, tí bæði í fjør og fyrraárið vann H71 D18-finaluna, og vit hava góðar vónir um, at okkara dreingir við góðum stuðli úr Hoyvík megna at spæla seg í finaluna aftur í ár.

Hin hálvfinalan millum StÍF og Kyndil væntast eisini at blíva sera spennandi. Strandingarnir hava ikki verið í steypafinaluni, síðani teir spældu í D12 og taptu ímóti H71. Kyndil hevur annað hvørt ár uppeftir skift við VÍF um at møta okkara núverandi D18 í steypafinaluni, so teir vilja helst geva strandingum stóra mótstøðu. VÍF var heldur óvæntað sligið út í innleiðandi umfarinum av Neistanum, so teir eru ikki við í ár.

Vit síggjast í Hoyvíkshøllini fríggjakvøldið, ikki sannheit?


 
Hetta eru teir í D18. Her á myndini eru teir D14! Á forsíðuni eru teir D12.
Fittir, ha?



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com