mikudagur, 28. januar 2015
Myndir: Sigmar Mørkøre / in.fo & Jan Sørensen
Málverjarnir áttu dystin, tað vóru teir, sum vóru bestu leikarar.
So var liðugt fyri hesa ferð. Neistin dró longra stráið og er í steypakappingarfinaluni 2015. Teir koma at spæla ímóti VÍF, ið vann sannførandi á Kyndli.
Dysturin í kvøld var ein øvut endurtøka av tí fyrra hálvfinaludystinum. Í kvøld var tað H71, ið rann aftaná allan dystin. Vit megnaðu tó ikki at javna í síðstu løtu. Møguleikin var til staðar, men vit gagnnýttu hann ikki.
Munurin í dag var lítil og eingin, dysturin var spennandi, og fólk fingu nakað fyri peningin. Júst soleiðis sum ein steypakappingardystur eigur at vera. Tað var tó ein reiðiliga avgerandi munur, Neistin hevði meiri neista. Teir vóru meira uppsettir at vinna, og tað var hetta, sum dró dystin teirra veg. Úrslitið sigur eisini, hvussu javnur dysturin var: fyrri hálvleikur 9-10 og seinni 9-10 = 18-20.
Mikkjal Hansen (málverjin hjá Neistanum) var aftur sum ein múrur. Hann bjargaði óteljandi ferðir, og serliga í byrjanini á dystinum. Hetta hevur keðiligt árin á teir, sum skulu loypa á, og hetta kom eisini at ávirka, hvønn venjararnir høvdu álit á, liðið bleiv líkasum sett eftir avrikunum hjá Mikkjali.
Kanna vit dómaraseðilin sæst, at Mark skoraði 9 ferðir, umleið helvtin var brotskast. Síðani koma Rúni og Hilmar Leon við hvør sínum trimum, og Pætur, Sigmund D og Jesper fingu eitt mál hvør. Um vit vunnu, so hevði hetta verið fínt, men hetta vísir, at álopsspælið er ov einsháttað. Ov nógv hvílir á herðunum á Mark. Álopsspælið og málskoringin kom stórt sæð umvegis miðjuna og av vinstra bakki. Høgra síða bjóðaði seg alt ov lítið til. Hetta ger, at tað verður ov lætt at demma fyri.
Ári kom at verja málið, tá okkurt um 15 min vóru farnir, og tað var greitt beinanveg, at hann hevði ein góðan dag. Verjan var heldur óskipað í dag, og avrikið hjá Ára gerst bara so mikið størri av hesum. Hann stóð ein branddyst. Vit kunnu siga at málverjarnir áttu dystin, tað vóru teir, sum vóru bestu leikarar.
Hilmar Leon fekk eisini í dag fitt av spælitíð, og hann kláraði seg væl. Tað var lítið vongspæl, og tað var ikki ofta, at tað bleiv spælt inn á strikuna. Haldi at tað vóru bara tvey mál av striku og vongi, og tað er alt ov lítið.
Hví vunnu vit ikki? kunnu vit spyrja. Tað manglaði so lítið í. Sjálvur haldi eg, at um vit bert høvdu eitt lítið sindur meira av ágrýtni í álopinum og nakað meira av konsentratión í verjuni, ja so hevði tað muna so mikið, at tað hevði fallið okkara veg. Men “lad gå”, vit fáa ikki gjørt nakað við hetta nú, men høvdu vit kunna lært eitt sindur av hesum og brúkt tað í landskappingini, so hevði tað verið gott.
Lat hetta fara! og so leggja vit alla orku í komandi dystir. Vit byrja við at vinna í Vestmanna 1. februar. Og so koyrir tað bara !!!
Dómaraseðil
1. apríl
26. mars
15. februar
12. oktober
11. oktober
9. oktober
1. oktober
4. september
29. august
Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík
Nevnd | ||||
Anna Dam | Forkvinna | 519082 | AnnahDam@iCloud.Com | |
René Dahl Olesen | 235930 | ReneDahlOlesen@gMail.Com | ||
Emy Sólvitsdóttir | 513769 | EmyS@Olivant.Fo | ||
Ann-Mari B. Mouritsen | 214452 | Ann-Mari@Olivant.Fo | ||
Símun Poulsen | 517220 | Simun@vh.Fo | ||
Eyðun Joensen | 792640 | EyJo@Taks.Fo | ||
Jóhan Lamhauge | 521975 | Lamhauge@HotMail.Com | ||
Alfred Jacobsen | 723700 | AlfredJacobsen@gMail.Com | ||
Beinta Fossadal | 288913 | BeintaFossadal@Hotmail.Com | ||
Ann-Mari B. Mouritsen | Heimasíða | 214452 | Ann-Mari@Olivant.Fo | |
Djóni Gaard Joensenn | Samskipari | 504488 | H71Umsiting@gMail.com |