8. februar 2015

4 av 7 - DAGFØRT


Skrivað hevur: Agga Niclasen

Av íalt 9 barna-/ungdómsfinalum var H71 í 7 teirra við 8 liðum. Hetta, tí b-liðið hjá felagnum var í finaluni ímóti a-liðnum. Altso, ein svørt finala burturav.

Dagført 10. feb: nú eru myndir av steypavinnarunum her niðast; eisini eru nakrar myndir aftur at komnar í myndasavnið, allar frá Álvi Haraldsen.
---


Hetta er ein maktdemonstratión av aðrari verð, serliga tá tú hugsar um, at felagið fyri ikki so mongum árum síðani so dánt var at spotta á hesum stórsligna finaludegi. Nú eiga vit hana.

Har vit leikaðu í við 8 liðum, hevði Neistin eitt lið, Kyndil trý, Stjørnan eitt, VÍF tvey. Hetta er greið tala, og hesum ber ikki til at vinkla seg burturúr.

Dreingir 10 vunnu spennandi dyst ímóti einum sera vælleikandi VÍF-liði. Vit vóru afturút, tað sá svart út, men svart gjørdist til kolasvart, og so kom sigurin eftir umdyst ella longda leiktíð.
Eg tori at siga, at har vóru at kalla fleiri áskoðarar til dystin enn til harrafinaluna, undir øllum umstøðum kvinnufinaluna, aftur í ár, so lív var í høllini.

Dreingir 12 hjá H71 spældu dyst ímóti sær sjálvum. Heldur margháttligt, men satt. B-liðið vann á Kyndil a og Team Klaksvík, og tryggjaði sær hervið finalupláss. Í FM eru teir nr. 3, meðan a-liðið er greitt nr. 1 og á FM-kós.
Á a-liðnum og b-liðnum eru allir góðir, men har eru tveir vælleikandi óvitar, ið líkasum skara framúr, og hava gjørt tað longi nú, og klára teir at halda stiman, sær gott út.
Hjá b-liðnum var tað ein sigur í sjálvum sær at koma í finaluna, so tillukku allir 28, sum umboðaðu H71 í aldursbólkinum dreingir 12.

Teir figurera eisini á d14-liðnum, sum vann á Tjaldrinum í gjár. Hetta var greiður sigur. Eingin ivi. Annars er Neistin heilt væl við í hesum árgangi, men teir kláraðu seg ikki til finaluna í ár. Og so er í steypakappingum. Tað eru ikki altíð tey bestu liðini, tey ovast í landskappingini, sum enda á finalurók ella vinna.
Eitt stórt tillukku til H71-teeangedreingirnir... og tó:)

Dreingir 16 raktu ikki dagin. Betri kann tað ikki sigast. Kyndil spældi væl, men vit, ja, vit raktu bara ikki dagin. Og hetta, eisini vánaligari tíðir, ringur formur, kemur fyri í ítrótti.
Tað er hvussu tú reisir teg, ið er avgerandi. TAð havi eg altíð hildið, og mætari menn enn eg hartil.

At EB vann á okkara gentum 12 kom kanska óvart á nógv, men Jákup Hanusson er ikki hvør sum helst. Okkara gentur 12 eru góðar og plaga eisini at vinna á eiðisdiddum, men tað gekk ikki hesuferð. So er onkuntíð. Og, havast skal í huga, at mestsum allar á liðnum hava enn eitt ár í aldursbólkinum.
Men nú er at fara eftir FMinum! Ja, og so eitt tillukku til EB. Stuttligt hjá teimum, hóast vit í felagnum høvdu ynskt tað øðrvísi.

Eisini á gentusíðuni høvdu kanska tey flestu roknað við g14; at hesar vunnu á Kyndli, og tað plaga eisini tær at gera.
Ikki tí, seinastu 2 mánaðirnar hava okkara teenagegentur, lutvíst vegna skaða, ikki verið heilt í hoppla, tí tá tær spæla 100%, tá er mótstøðan inferiør. Men formkurvan hevur ikki verið tann rætta í mun til akkurát hesa finalu í ár, men so er tað so ofta í ítrótti.
Kyndilsgentur spældu ein skilagóðan dyst, og vit stríddust, men spælið fekk aldri flog, og tá er tað oftari enn ikki stong út heldur enn stong inn og yvirtraðk.
Men tað er hvussu tú reagerar eftir tap, har stoltleikin fær eitt smávegis smell, at tú sum leikari og lið skalt vísa teg, hvør dugur er í tær.
Og í FM, sum enn er tungvektarin, eru G14a enn væl á odda, so nú er at vísa seg fram har og toga enn eitt FM í hús.

G10 koma afturíaftur næsta ár. Tað er vist, og gentur 17 hava trý lið, har a-lðið var í hálvfinaluni. Hetta skal betrast tilnæsta ár, so at vit ikki "bert" eru í tveimum av fýra gentufinalum, men øllum, eins og á dreingjasíðuni.

Vit ynskja øllum H71arum tillukku við gullinum og finaluluttøku. Vit vóru suveren í umboðan, og hóast tað glapp við gullinum hjá g12 og 14 og d16, so standa vit enn eftir við fýra gullum.
Tað er ikki at kimsa at, sum gamli H71-sangurin ´so væl leggur upp til í aðrari vending.

Og so eitt tillukku til Kyndil við sínum trimum gullum, har serliga d16 kláraðu seg væl. Eitt tillukku til Neistagentur, tær heilt lítlu.
Steypafinaluvikuskiftið er komið fyri at verða, og H71 hevur tað gott við at átaka sær leiklutin sum oddfiskur í føroyskum ungdómshondbólti, tí bert við rivalisering og skilagóðum stoltleika, góðari og harðari kapping við menning og stuttleika sum grundtóna, ber framá viðhondbólti.

Tillukku øll somul!!!

H71

--


Dreingir 10, steypavinnarar 2015


Dreingir 12, steypavinnarar 2015


Dreingir 14, steypavinnarar 2015